• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Námsætlanir um fjølmiðlar

 

Í Námsætlanum fyri vallærugreinina fjølmiðlar verður sagt, at yvirskipaði arbeiðshátturin er, at næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt. Hetta óansæð, hvør miðilin er.

Í Námsætlanum fyri fjølmiðlar í 10. flokki verða hesir yvirskipaðu men lítið ítøkiligu arbeiðshættir gjørdir greiðir undir yvirskriftini tíðindafjølmiðlar. Har verður kravt, at næmingurin dugir:

  • at greiða frá teimum føroysku fjølmiðlunum, søguligu bakgrund teirra og støðu teirra í samfelagnum í dag
  • at skriva eina tíðindagrein
  • at skriva eitt ummæli
  • at skriva ein kronikk
  • at seta upp eina blaðsíðu á teldu, við yvirskriftum, teksti, myndum og myndateksti
  • at ritstjórna einum útvarpstíðindabroti
  • at ritstjórna einum sjónvarpstíðindabroti
  • at greiða frá tøknini aftan fyri tíðindaportalar og heimasíður
  • at umrøða týdningin, tíðindafjølmiðlarnir og internetið hava fyri fólkaræði og meta sjálvstøðugt um framtíðarstøðuna hjá hesum miðlum
  • at røða um samsvar millum ognarrætt, handilsáhugamál, miðlaútboð og innihald í ymisku tjóðarmiðlunum
  • at umrøða ymiskar hættir at koma seg fram í fjølmiðlunum.

     

Við øðrum orðum ásetur Námsætlanin fyri fjølmiðlar, at næmingurin í 10. flokki skal duga allar málsligar grundførleikar, fyrst og fremst at skriva, so hann kann verða ein aktivur miðlaframleiðari. Tí halda vit á Snari, at skrivingin og afturvendandi skrivivenjingar hava alstóran týdning í arbeiðinum við miðlum.

Á Snari halda vit eisini, at næmingurin eigur at fáa atgongd til upptøkustovu við mikrofon, so næmingurin kann hoyra egnan upplestur við kønari hjálp, ið kann geva ræddarvenjing. Næmingurin skal eisini fáa atgongd til talgilda upptøkustovu at ritstjórna útvarps- og sjónvarpsupptøkum. Tílík upptøkustova er í Námi. Mælt verður til, at lærarin skapar góð sambond við ymsu miðlarnar, so næmingarnir sleppa at royna seg við egnum tilfari í almenna rúminum.

 Uppgávur:  

1. Hevur tú nakrantíð hoyrt teg sjálvan í eini upptøku, tú ikki visti um? Hvussu kendist tað at hoyra tína egnu rødd?

2. Skiftið orð í flokkinum um munur er á, tá vit passivt lurta ella hyggja eftir einum miðili, og so eru aktiv, tí vit sjálvi eru við í eina miðlaframleiðslu.

3. Finnið nýggjastu føroysku avísirnar. Í avísunum skulu tit finna dømi um oddagrein og tær blaðgreinar, sum verða nevndar í námsætlanunum omanfyri: tíðindagrein, ummæli og kronikk. Hvat eyðkennir hesar tekstir, og hvør er munurin á hesum 4 tekstasløgum?

4. Kann hugsast, at ein avís bara er á netinum og ikki er prentað á pappír?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018