• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Gymnasialar útbúgvingar

(Námsætlanir til allar lærugreinar
kunnu lesast her)

Yrkisútbúgvingar

(Námsætlanir til allar lærugreinar
kunnu lesast her)

 

Høvuðstættir í námsætlanunum eru kjarnaøki, ískoytisøki og førleikamál.

Kjarnaøki og ískoytisøki eru fakliga innihaldið í lærugreinini, og málið er at náa settum førleikamálum í størst møguligan mun.

Á Snar er tilfarið skipað eftir lærugrein, floksstigi og øki.

Kunning

18.06.2010
Studni – nýggja navnið á Stuðulsstovninum
Studni, ið áður æt Stuðulsstovnurin, varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av "Statens Uddannelsesstøtte". Studni letur mest stuðul til lesandi í Føroyum, men eisini til lesandi uttanlands og ferðastuðul.
15.06.2010
Nordspråk skeið í talgildum miðlum
Nordspråk skipar í døgunum 29. oktober - 1. november 2010 fyri skeiði í talgildum miðlum við heitinum "Mobilkultur." Skeiðið verður hildið í Stokkhólmi og er ætlað føroysk- og dansklærarum á miðnámi og í framhaldsdeild fólkaskúlans.
26.05.2010
Nýggj bók við málmanninum í útvarpinum
Málprátini, sum hava verið í útvarpssendingini “Góðan morgun, Føroyar” við Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingi á Føroyamálsdeildini, koma nú út í bók.
21.05.2010
Upprunaføroyska ungdómsbók frá Bókadeildini
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út ungdómsbókina 'Skriva í sandin' eftir Marjun Syderbø Kjelnes. Hetta er fyrsta upprunaføroyska ungdómsbókin frá Bókadeildini í 15 ár.
29.04.2010
Listasavnið á Sandi
Nú tað várar, og vit ganga ímóti próvtøku og øðrvísi skúlagongd, bjóðar listasavnið á Sandi skúlaflokkum pakkaloysn.
20.04.2010
Eldgosið undir Eyjafjallajökli
Nógv hugsa um eldgosið í Íslandi, tí hetta er okkum so nærverandi og ávirkar eisini okkara samband til útheimin. Á íslendsku heimasíðuni http://eldgos.mila.is/ ber til at síggja eldgosið.
06.04.2010
Næmingarnir eru minni sjúkir...
Kanningar vísa, at um næmingarnir vaska sær um hendurnar á morgni, middegi og seinnapartin, hvørvur ein fjórðingur av teirra sjúkradøgum.
06.04.2010
Skúlaútferðir til Nólsoyar/Borðuna
Skonnartin Norðlýsið ger skúlaútferðir til Nólsoynna í summar. Á ferðini kunnu næmingarnir uppliva náttúruna frá sjónum og annars fáa kunning um ymiskt umborð.
24.03.2010
"Hugtøk í bókmentafrøði" teldutøk
Nú finst "Hugtøk í bókmentafrøð" teldutøk á heimasíðuni hjá forlagnum Ungu Føroyar og slóð til bókina liggur á Snar.
17.03.2010
Nýggj bók um føroyskan skattarætt
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina Føroyskur Skattarættur, sum Eyðfinnur Jacobsen, advokatur hevur skrivað. Bókin er ætlað til undirvísing á Handilsskúlum og Fróðskaparsetri, men kann eisini vera hent handbók hjá grannskoðarum, advokatum og øllum øðrum, sum fáast við skattafaklig evni
05.02.2010
Tryggari Internetdagur
Internetið er vorði dagligur hentleiki hjá flestu okkara, tó uttan at vit hava lært, hvussu vit bera okkum at á internetinum. Í hesum sambandi fara Dátueftirlitið, Miðlaráðið og Barnabati saman at varpa ljós á hetta týsdagin 9. februar, ið er afturvendandi dagur hjá nógvum ES-londum.
20.01.2010
Ung í Føroyum 2010
– Bert hugflogið setur markið Stevnan har tey ungu kreativu hittast verður nú aftur! Tann 26. til 28. februar letur Norðurlandahúsið hurðarnar upp fyri 60 ungum í Føroyum, sum tora og duga og vilja. Øll sum eru 13 ár, men enn ikki 19 kunnu tekna seg innan tann 29. januar á www.ungiforoyum.info!
19.01.2010
Talgild uppvørpa
Nú samvirknu talvurnar verða brúktar í skúlastovunum, er sera hent eisini at hava talgildar uppvørpur, sum kunnu avmynda næstan alt, ið liggur undir tólinum, og flyta mydina upp á veggin við hjálp av teldu og ljósvørpu.
14.12.2009
Hammershaimb á Snar
Nú er møguligt at uppliva ella enduruppliva tiltakið 'Hammershaimb 190 ár' á Snar. Á Snar eru videoupptøkur frá tiltakinum.
04.12.2009
Kendar náttúrussendingar á LMS
Kenda BBC-røðin "Vores planet" og "Klodens kræfter" eru nú at fáa til láns sum DVD frá Landsmiðstøðini.
01.12.2009
Speki á Snar
Á vári 2007 fóru Fróðskaparsetur Føroya saman við Sjónvarpi Føroya undir eina røð við sjónvarpsfyrilestrum. Hesir eru nú savnaðir á Snar.
10.11.2009
Hammershaimb 190 ár
Fríggjadagin 20. november 2009 verður eitt stórt tiltak í Norðurlandahúsinum, nevnt Hammershaimb 190 ár. V.U. Hammershaimb (1819-1909) kennir hvørt mansbarn í Føroyum.
09.11.2009
Framsýning um Bábelstornið á netinum
Í sambandi við hundrað ár eru síðan Rasmus Rasmussen gav út fyrstu føroysku upprunaskaldsøguna, Bábelstornið, hevur Føroya Landsbókasavn eina framsýning um bókina á netinum,
05.11.2009
Átrokandi dagføring av Shockwave Player
Fleiri hættislig trygdarhol í Adobe Shockwave Player hevur fingið Adobe at senda út eina átrokandi dagføring, sum donsk kt-trygdarfyritøka staðiliga heitir á fólk um at brúka.
04.11.2009
Ókeypis myndir og ljóð á netinum
Á netinum eru nógvar heimasíður, sum heilt ókeypis bjóða myndir, ljóð og annað at brúka til ymisk endamál, millum annað undirvísing. Inni í hesari greinini eru slóðir til nakrar fáar av hesum síðum.
27.10.2009
Ung fáa ov lítla náttarhvíld
Telda, sjónvarp og fartelefon órógva náttarhvíldina hjá ungdómi okkara. Kanningar vísa, at 4. hvør ímillum 18 og 25 ár sova ov lítið um náttina, og hava tí trupult við at miðsavna seg um dagin.
21.10.2009
Telduspøl byggja heila
Skanningar av heilanum vísa, at ávís øki í heilanum vaksa við miðvísum telduspæli. Telduspælið "Tetris" hevur fyrr víst seg at gera heilan kvikari, men nú vísa kanningar, at telduspælið eisini ger heilabørkin tjykkri.
29.09.2009
Títt lív - Títt ástarmál - Títt val
Vanliga verður harðskapur ikki settur í samband við ástarsamband, men hetta er vanligari enn vit halda. Ja, heilt niður til tey fyrstu tannárini. Landsfelagið fyri kreppuhús í Danmark (LOKK) hevur tikið stig at menna nettøkt undirvísingartilfar.
16.09.2009
Dátueftirlitið skipar fyri plakatkapping fyri tannáringar
Dátueftirlitið varpar ljós á eygleiðing og skipar í hesum sambandi fyri plakatkapping fyri tannáringar. Evnið er eygleiðing í breiðum týdningi og kann millum annað vera um Eygleiðing við vakmyndatóli, Arbeiðsgevarin ella lærarin sneytar í tínum telduposti, Foreldur halda eyga við børnum o.s.fr.
15.09.2009
Kapping um at gera sjónvarpslýsing
Í sambandi við landsinnsavningina Føroyar móti krabba, sum verður í Norðurlandahúsinum og í Kringvarpi Føroya 31. oktober í ár, bjóðar Krabbameinsfelagið øllum 9. og 10. flokkum umframt miðnámsflokkum at taka lut í kappingini um at gera eina sjónvarpslýsing móti misnýtslu av solarium.
14.09.2009
Fuglar flúgva inn í skúlastovuna
Undirvísingarportalurin Snar er komin við nýggjari fuglasíðu, har tað ber til at síggja filmsbrot og hoyra ljóðbrot við føroyskum fuglum. Heimasíðan hevur eisini dygdargóða kunning og spøl.
14.09.2009
Tað besta ókeypis antivirusforritið
Antivirusforrit, ið eru ókeypis, nýtast ikki at vera verri enn tey professionellu, men hesi hava ikki so fjølbroytt amboð. PC World hevur fyri stuttum testað nøkur av teimum vanligu antivirusforritunum, og gjørdist forritið Avira Antivir testvinnarin. Tvey av forritunum í testini kláraðu seg so illa, at mælt verður frá at brúka hesi.
10.09.2009
Tíðarlinjur sum undirvísingaramboð
Eitt alternativ til vanliga uppgávuskriving kann vera at lata næmingarnar lýsa eitt evni við eini tíðarlinju, ið kann innihalda tekst, myndir og filmsbrot.
09.09.2009
Kapping um at gera sjónvarpslýsing
Í sambandi við landsinnsavningina Føroyar móti krabba, sum verður í Norðurlandahúsinum og í Kringvarpi Føroya 31. oktober í ár, bjóðar Krabbameinsfelagið øllum 9. og 10. flokkum umframt miðnámsflokkum at taka lut í kappingini um at gera eina sjónvarpslýsing móti misnýtslu av solarium.
09.09.2009
VLC miðlaspælari
Javnan hendur tað, at teldan ikki vil spæla ein ávísan film frá fløgu ella frá netinum, tí eitthvørt vantar. So ørkymlandi hetta kann vera, eins lætt er tað at loysa. Finn VLC miðlaspælaran og legg hann inn á telduna.
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019