Skip to main content

Náttúra og tøkni


Útgávuheimar


Skúli og undirvísing

Námsætlan

Útgávur

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð

    Krossorðagáturnar eru gjørdar til Heimsatlasið. Høvuðsdenturin er lagdur á leitingina í atlasinum. Bæði lættar og truplar uppgávur eru. Til krossorðini er svarlisti, sum fylgir við.

  • Heimurin 8
    Heimurin 8

    Heimurin 8

    Krossorð. Svarlisti

    Svarlisti til Heimurin 8. Krossorð.

  • Heimurin í hagtølum og evnum
    Heimurin í hagtølum og evnum

    Bókin viðger hesi høvuðsevni: Jørðina. Fólkið í heiminum. Fólk og samfelag. Evropeiska Samveldið (ES). Sameindu Tjóðir (ST). Orku. Talvur. Ábúgvafrøði og lívskor. Heimsins trúarlærur. Heimsins lond. Vinnur. Landbúnað. Ádnað. Uttanríkishandil. Búskap.

    Kunningarnar í…

  • Hvítabjørnin
    Hvítabjørnin

    Hvítabjørnin

    - eitt lív við havið

    Á hesi bókini um hvítabjørnina lesa vit um útsjónd og lív, sansar og sjúkur, um hvølpin og um hvítabjarnir nú og fyrr.

  • Jim og ætt hansara
    Jim og ætt hansara

    Um tann 15 ára gamla Jim, sum, eftir at hann hevði búð 4 ár í Onglandi, í 1833 kom heimaftur til Eldlandið, har hann aftur hitti ætt sína. Bókin byggir á dagbók Darwins og hóskar væl til evnislesnað.

  • Náttúra og tøkni 1 - Arbeiðsbók
    Náttúra og tøkni 1 - Arbeiðsbók

    Hetta er arbeiðsbók til grundbókina, Náttúra og tøkni 1. Greiðar tekningar og stuttur tekstur siga næmingunum frá, hvussu royndirnar skulu gerast. Pláss er at skriva úrslit av royndunum í arbeiðsbókini. Amboð til royndirnar kunnu keypast frá Bókamiðsøluni.

  • Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók
    Náttúra og tøkni 3 - Arbeiðsbók

    Arbeiðsbók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í arbeiðsbókini eru royndir og uppgávur til næmingar at loysa. Góðar tekningar og frágreiðingar lýsa mannagongdirnar.

    Amboð til royndir kunnu keypast frá Bókamiðsøluni. Príslistin er at finna her sum pdf.

  • Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók
    Náttúra og tøkni 3 - Lærarabók

    Lærarabók til bókaheildina Náttúru og tøkni 3 ætlað 6. flokki. Í lærarabókini er inngangur um undirvísingina í lærugreinini sum heild, og greitt verður frá mongu møguleikunum í nýggja tilfarinum. Haraftrat eru frágreiðingar til hvørt høvuðsevnið í grundbókini og arbeiðsbókini…

  • Norðurlond
    Norðurlond

    Norðurlond

    Veggjakort

    Veggjastødd 160 x 120 cm. Lutfall 1 : 2 mió.

     

    Kortið er umhvørviskort. Harumframt er havbotnsrelieff við. Føroyska sjómarkið við føroysku fiskigrunnunum er við, umframt grunnar aðrastaðni.Tey 8 norðurlendsku fløggini eru prentað niðast á kortinum.

     

    Kortið verður selt…

  • Jørðin
    Jørðin

    Jørðin

    Hvat gat eg sagt...

    Jørðin, ið Jens Petur Gaard týddi, sigur við hugtakandi myndum og greiðum teksti frá stórfingna heimstaði okkara – Jørðini. Her kann lesarin uppliva vanlukkur og vakurleika, alt frá oyðandi gosfjøllum til leikandi fossar.

    Í samprenti við enska forlagið Dorling…

  • Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 1 - Næmingabók

    Undirvísingin í náttúru og tøkni tekur støði í landafrøðiligu, alis-/evnafrøðiligu og lívfrøðiligu umstøðunum í heimstaðnum, í Føroyum og umheiminum. Næmingarnir skulu læra um tøkniligu menningina, ið er ein sjálvsagdur partur í okkara gerandisdegi. Í hesi bók venda tekstur…

  • Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók
    Náttúra og tøkni 2 - Næmingabók

    Náttúra og tøkni 2 er ætlað til 5. flokk. Hetta er onnur bókin í røðini. Fyrsta bókin kom í 1999, og triðja og seinasta bókin kom í august 2006.

    Við støði í heimligu náttúruni skulu næmingar við egnum royndum sleppa at eygleiða og kanna lívfrøðilig, landafrøðilig og…

  • Noreg
    Noreg

    Noreg

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat norðmenn halda um land sítt. Fyrr var fiskiskapurin høvuðsvinna í Svolvær í Lofot. Nú eru ferðavinnan og ferðasambandið so góð, at fólk flytur ikki burtur. Alt gongur so skjótt í Stavangri, tað hevur oljan gjørt; men hetta kann fara líka so skjótt, sum tað…

  • Oyrað
    Oyrað

    Oyrað

    Myndatalva

    Myndatalva av Oyranum við stuttari kunnandi frágreiðing og føroyskum heitum.

    Sjey myndatalvur í røðini eru komnar út. Tær eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

  • Reyðmaðkurin
    Reyðmaðkurin

    Við myndum og á løttum máli verður greitt frá maðkinum og hansara týdningi í tilveru okkara. Bókin hóskar væl til evnislesnað.

  • Sólskipanin
    Sólskipanin

    Sólskipanin

    Myndatalva

    Sólskipanin greiðir frá gongustjørnunum í okkara sólskipan og ferð teirra kring sólina.

    Talvurnar eru 52 x 76 cm, plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og heim.

     

  • Søgan um eplið
    Søgan um eplið

    Bókin er fakbók við rættiliga nógvum myndum. Hon byrjar fyri mongum túsund árum síðani í Andesfjøllunum, haðani jarðeplið kemur. So verður greitt frá, hvussu eplini við spaniólum komu til Evropa og síðan út um allan heimin. Eisini verður sagt frá, hvussu ringt tað var at fáa…

  • Sodningarleiðin
    Sodningarleiðin

    Myndatalvan lýsir sodningarleiðina við stuttari kunnandi frágreiðing og við føroyskum heitum.

    Sjey talvur eru komnar út í røðini. Tær eru 52 x 76 cm til støddar. Tær eru plastaðar og tí haldgóðar. Hettar eru myndatalvur, ið væl kunnu prýða skúlastovur, stovnar og…

  • Rúmdin
    Rúmdin

    Rúmdin

    Hvat gat eg sagt...

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 3 bøkur út við felags heitinum : Hvat gat eg sagt... Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum tekstum lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið enska…

  • Regnskógurin
    Regnskógurin

    Regnskógurin

    Hvat gat eg sagt...

    Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley givið 3 bøkur út við felags heitinum : Hvat gat eg sagt... Hetta eru bøkur, sum við føgrum myndum og greiðum tekstum lýsa nakrar av mongu loynidómunum í náttúruni. Køn fakfólk hava ráðgivið enska…

  • Súgdýr
    Súgdýr

    Súgdýr

    Hvat gat eg sagt...

    Súgdýr, ið Harry Davidsen hevur týtt, hevur m.a. frásagnir um apur, hvalir, kópar, bjarnir og kamelar. Dentur verður lagdur á at lýsa teir ótrúligu eginleikarnar, sum mong súgdýr hava.

    Í samprenti við enska forlagið Dorling Kindersley eru 4 aðrar bøkur komnar út við…

  • Svøríki
    Svøríki

    Svøríki

    Vit í Norðurlondum

    Heftið vísir, hvat sviar halda um land sítt. Aftast í heftinum er skrivað um Svøríki, nú landbúnaður, skógarvinna, fiskiskapur og námsvinna hava ikki so nógv at siga sum áður. Hátøkniligi ídnaðurin flytur vørur um allan heim, alt, ið hugsast kann. 3 sjónbond um Svøríki kunnu…

  • Villini súgdjór í útnorðri
    Villini súgdjór í útnorðri

    Bókin er á høgum fakligum støði, og tilfarið er grundað á viðurkend granskingarúrslit, ið eru fingin til vega í altjóða høpi og í Føroyum. Bókin hevur fastan bygnað, so tað er lætt hjá lesaranum at finna upplýsingar, leita og samanbera í tekstunum. Myndateksturin er so…

  • Vit í Norðurlondum
    Vit í Norðurlondum

    Vit í Norðurlondum

    Arbeiðsbók - til lærara og næming

    Saman við øðrum tilfari kann Vit í Norðurlondum verða brúkt í tvørfakligum arbeiði um Norðurlond nú. Í arbeiðsbókini eru uppskot til næmingaarbeiði við sjónbondum, kortum, tekstum, hagtølum og myndum úr næmingaheftunum. Eisini eru arbeiðsørk við uppskotum til uppgávur, sum…

Tíðindi

Vit bjóða øllum skúlanæmingum til ókeypis skúlakjatt 20. september 2017

Les meira

Tín flokkur kann vera við í Norðurlensku Plastkappingini og Norðurlendskum Skúlakjatti

Les meira