• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

GEVIÐ GÆTUR!!!! SÍÐAN ER Í GERÐ

Nem í fimta - Lærarabók
Nem í fimta - Lærarabók

Læraravegleiðingin til Nem í fimta er býtt í tveir partar, Vegleiðing um føroyskt og Vegleiðing til partarnar.

Nem í fimta - Næmingabók
Nem í fimta - Næmingabók

Bókin er í seks pørtum, og hvør partur leggur dent á okkurt ávíst:

Nem mál í fimta
Nem mál í fimta

Mállærubók at brúka saman við bókaheildini Nem í fimta.

 

 

Um útgávuna

Á kanningarferð

Tú heldur í Nem í fimta og ert til reiðar at læra nógv nýtt. Nem í fimta er ein yrkisbók, og tí skalt tú byrja við at blaða í henni fyri at fáa yvirlit yvir tað, sum er í bókini. Hygg væl at innihaldsyvirliti, yvirskriftum og myndum.

  • Blaða í Nem í fimta.


Baksíðuteksturin fortelur um inni haldið í Nem í fimta, og tí skalt tú hyggja gjølla at honum og knýta hann saman við pørt unum.

  • Les baksíðutekstin.
  • Git, hvør setningur hoyrir til hvønn partin.


Netbók

Netbókin er talgild bók, sum er ríkað við ljóði, uppgávum, filmsvegleiðingum, filmum, snildum og frymlum.

Far á kanningarferð í Nem í fimta – netbók, www.ibok.nam.fo.

Á breddanum

Í bókini er ein rúgva av orðum. Tú kennir tey flestu frammanundan, men nøkur eru nýggj og ókend.

Tað er altíð gott at arbeiða við serstøkum orðum í einum teksti, áðrenn tú lesur sjálvan tekstin. Serstøku orðini standa á breddanum niðast á síðuni.

Mál og eftirmeting
Seks partar eru í Nem í fimta. Hvør partur byrjar við at seta mál fyri tað, tú skalt læra, og tá ið parturin er liðugur, skalt tú eftirmeta tað, tú hevur lært.

Vit vóna, at tú lærir eina rúgvu, og at tað er spennandi at arb eiða í Nem í fimta.
Heilsan høvundarnir


Nem í fjórða - forsíða

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019