• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fólkaskúlin er avgerandi fyri talgildu menningina hjá næmingunum

Camilla Tang Jensen, kandidatur í donskum og Jonas Ravn, kandidatur í miðlavísindi, Center for Digital Pædagogik

Nútíðar fólkaskúlanæmingar eru føddir inn í ein talgildan heim. Tað eru tó verri enn

so øll børn og ung, sum eru tilvitað um, hvørjar fylgjur teirra virki á sosialu miðlunum hevur. Tí hava tey brúk fyri vaksnum fólkum, sum kunnu vegleiða tey og læra tey at vera ábyrgdarfull á netinum - og her hevur fólkaskúlin ein avgerandi leiklut at spæla. Men hvussu lærir tú næmingarnar mentaðan atburð í talgilda heiminum? Tað hevur Jonas Ravn, sum starvast á Center for Digital Pædagogik, eina meining um.

“Góðan morgun,” sigur Jonas Ravn og tendrar ljósvørpuna, sum hongur undir loftinum. “Góðan morgun,” svarar ein einstakur næmingur, sum longu situr á sínum plássi. Hinir næmingarnir rokast enn við jakkar og taskur. “Eg eiti Jonas og starvist hjá Center for Digital Pædagogik,” sigur hann og peikar á skermin aftan fyri seg. Har stendur orðið “Netetikkur”. “Hvat hava tit fingið at vita um tað, sum skal henda í dag?” spyr hann flokkin. Ein næmingur peikar upp. “Okkurt um, hvussu vit eru saman á netinum,” svarar næmingurin. “Okkurt um, hvussu vit eru saman á netinum”, endurtekur Jonas. Soleiðis byrjar hann dagin í 7. A í einum skúla í Aarhus. Seinni henda morgunum skal Jonas Ravn tosa við næmingarnar í 4. C, og seinnapartin skal hann hitta lærararnar.

Jonas Ravn er verkætlanarleiðari við Center for Digital Pædagogik, har hann eins og hini starvsfólkini fæst við talgilda námsfrøði, online rák og hvussu børn og ung brúka sosialu miðlarnar. Í meiri enn 8 ár hevur hann ferðast runt til danskar skúlar og undirvíst næmingum, lærarum og foreldrum í netetikki og talgildari siðmenning. Hann samskiftir dagliga við skúlar í øllum landinum, sum leita sær ráð og vegleiðing um brúkið av sosialu miðlunum. Tað er eisini orsøkin, at Jonas Ravn í dag vitjar skúlan í Aarhus. Lærararnir í skúlanum síggja stóra avbjóðing í tí at búgva næmingarnar til ábyrgdarfulla atferð á netinum, og Jonas Ravn er settur í starv at geva teimum námsfrøðiligan íblástur í hesum sambandi.

Nýggir miðlar skapa ein nýggjan veruleika

Sosialu miðlarnir spæla ein størri og størri leiklut hjá børnum og ungum - bæði í skúlanum og uttan fyri skúlan. Tí ber, sambært Jonas Ravn, ikki til at undirvísa á sama hátt sum fyri 10-15 árum síðan. Neyðugt er at góðtaka, at veruleikin er ein annar.

“Nakrir skúlar halda, at vit skulu aftur til undirvísingina, har allir tøkniligir miðlar vóru bannaðir: “Vit savna saman telefonir og tit mugu ikki brúka tøknina at taka notur við, tí nú skulu øll fylgja við”. Hetta vilja næmingarnir ikki, tí tað er tað sama sum at biðja teir skera armin av og leggja hann uttan fyri flokshølið. Næmingarnir skilja ikki longur millum online og offline. Sum lærari mást tú tí royna at skilja, at tað ´at vera talgildur´ er ein partur av tí at vera ungur nú á døgum. Tey ungu kunnu ikki bara ´sløkkja´ henda partin, greiðir Jonas frá.

Hóast næmingarnir nú so at siga verða føddir við snildfon í hond, eru tey ungu ikki neyðturviliga tilvitað um tær moralsku hugsanir, tú mást gera tær, tá ið tú brúkar sosialu miðlarnar. At ferðast í talgilda veruleikanum krevur talgildan mentaskap - tað verða vit áhaldandi mint á í miðlunum, sum javnan taka fram mál sum t.d. sonevndu ´Viborg-mappuna´. Hesi mál vísa, hvussu illa tey ungu kunnu koma fyri, hugsa tey ikki um, hvussu tey brúka og hvussu tey misbrúka sosialu miðlarnar. Harafturat mugu fleiri og fleiri fólkaskúlar taka støðu til talgilda happing, nakinmyndir, at ung leggja óhepnar lýsingar av sær sjálvum út á sosialu miðlarnar og aðrar trupulleikar, sum greitt undirstrika, at brúk er fyri, at miðlaetikkur kemur á tímatalvuna í skúlunum.

“Í fleiri ár hevur verið roynt at varpa ljós á trivnað í skúlunum, at næmingarnir ikki mugu skumpa og trokast í skúlagarðinum. Men vit skulu heldur ikki trokast talgilt. Børnini mugu vera tilvitað um, at hóast samveran á sosialu miðlunum er talgild, so eru andsvarini tey somu. Tá ið tú ikki sært hitt fólkið, veitst tú ikki, um tað, tú sigur, ger hinum partinum ilt. Fyri tað, um tú ikki sært hin partin, merkir tað jú ikki, at tú kanst skriva hvat sum helst - tað rakar jú framvegis tann, sum situr í hinum endanum,” sigur Jonas Ravn.

Lærararnir skulu viðgera talgildan mentaskap við næmingunum

Tað hevur leingi verið uppgávan hjá skúlunum at viðgera talgildan mentaskap við næmingunum, og frá sumrinum 2015 verður enn størri dentur lagdur á hetta við seinastu nýskipanini í fólkaskúlanum. Nýggju felagsmálini skerpa krøvini til talgildu førleikarnar hjá næmingunum - og við tí eisini krøvini til lærararnar, sum skulu fyrireika næmingarnar til talgildu øldina. Tí er vaksandi tørvur á, at tú sum lærari verður betur fyrireikaður at viðgera talgildan trivnað og netetikk við næmingunum.

Lívføri og mentaskapur í sini heild

“Skúlin hevur altíð havt eina mentaskapsábyrgd, og hon hvørvur jú ikki, hóast gerandisdagurin alsamt meiri fer fram á sosialu miðlunum. Eg síggi, at lærarar eru ótyggir, tá ið teir skulu viðgera sosialar miðlar við næmingum, sum teir merkja vita meiri um evnið, enn teir sjálvir gera. Tú skal ikki vera bangin fyri at tosa um talgildan mentaskap við næmingarnar, bara tí tú ikki ert á facebook ella ikki veitst, hvat snapchat er. Tað er jú ikki tað, tað snýr seg um. Tað snýr seg jú um lívføri og mentaskap í síni heild, og har hava tey vaksnu nú einaferð størri vitan. Næmingarnir eru talgilt innføddir á tann hátt, at tey skjótt kunnu seta seg inn í, hvussu sosialir miðlar virka, men etikki og morali í sama sambandi hava tey ikki fingið skil á. Tí hava tey brúk fyri at fáa eina fatan av samveruni á sosialu miðlunum, og tað er jú tað, lærararnir kunnu geva teimum”, greiðir Jonas Ravn frá, og heldur fram: “Størsta avbjóðingin hjá lærarunum er at skilja, hvussu ung brúka sosial netverk, tí tað krevur, at tú setir teg inn í samverulagið og fært nakað at vita um sosialar miðlar - men tað ber til at fáa frá næmingunum.”

Næmingarnir hava brúk fyri vaksnum fyrimyndum, sum vísa teimum vegin og læra tey at hugsa um, hvussu tey brúka sosialu miðlarnar. Tí er umráðandi, at lærarar verða fyrireikaðir at práta við næmingarnar og fáa í lag ein sunnan netmentaskap - tað er tað, Jonas Ravn leggur grundina undir, tá ið hann vitjar skúlarnar.

Umhugsan, kjak og ítøkilig dømi

Aftur í Aarhus hevur Jonas Ravn biðið næmingarnar í 7. A flyta borð og stólar út móti veggjunum. Á gólvið

hevur hann sett fýra stórar, talmerktar plastfýrkantar, sum saman mynda eina virðislinju. Virðislinjan er grundarlagið undir teimum hugburðsvenjingum, sum hann ger við næmingunum. Næmingarnir standa og hyggja at tølunum.

“Á einum stiga frá 1 til 4,” sigur Jonas Ravn, “hvussu samd eru tit í útsøgnini: Eg kann síggja út fullkomiliga sum eg vil á mínum facebookvanga?” Næmingarnir velja síni tøl, og Jonas Ravn fer at spyrja tey nærri, hví tey valdu at standa á tølunum, har tey standa.

“Endamálið við hugburðsvenjingunum er at skapa umhugsan og kjak millum næmingarnar og at fáa tey at hugsa um tær moralsku tvístøður og avleiðingar, sum eru, tá ið tú brúkar sosialar miðlar. Eg eri reiðiliga vísur í, at tað ræður um at seta gongd á eina floksmentan og at fáa skapt eina fatan av, at ´tað eru neyvan øll, ið halda tað sama sum eg´. Næmingarnir skulu vera tilvitaðir um, at mørkini hjá fólki eru ymisk, og tey skulu læra at gáa eftir, nær tey fara um mørkini hjá sær sjálvum og øðrum - tað er heilt grundleggjandi fyri, at tey læra samveru við hvønn annan á sosialu miðlunum og kunnu leggja ein sømiligan atburð á netinum fyri dagin. Sum lærari skapar tú tað tilvitið við at fevna um allan flokkin og lurta eftir, hvat tey halda og við at lata teir sterku næmingarnar siga ´tað rætta´.”

Tá ið Jonas Ravn er úti í skúlunum, kjakast hann um alt frá málbrúki, myndaetikki og videoetikki til hvussu tey ungu lýsa seg sjálvan á sosialu miðlunum. Hann tekur støði í veruleikanum hjá teimum ungu og teimum miðlum, tey brúka, og hann brúkar ítøkilig dømi, sum tey kenna seg aftur í.

“Tað er altíð gott at brúka sosialar miðlar, tí so kanst tú tosa við støði í ítøkiligum dømum. Harafturat er gott at lata tey ungu hyggja at sínum egnum miðlavangum, tí tá skulu tey eygleiða nakað, sum er heilt teirra egna - tí fáa tey meiri burturúr. Tað ber t.d. til at kanna teir ymsu miðlarnar og gera eina málsliga greining av tí, næmingarnir skriva, og tað ber til at viðgera, nær kjakið fer burtur av leið: ´Tá ið tú t.d. skrivar soleiðis á hesum kjaktráðnum, haldi eg, at kjakið er farið burtur av leið´. Tá ið tú skalt viðgera talgildan mentaskap, kemst harafturat langt við skype og facebook og myndamiðlum sum t.d. twitter, heldur enn at viðgera hetta upp við talvuna,” greiðir Jonas Ravn frá.

Talgildi mentaskapurin eigur at byrja tíðliga

Opinleiki og álit eru lyklaorð, tá ið arbeitt verður við talgildum mentaskapi. Tað ræður um at fáa skapt eina mentan, har tað kennist natúrligt hjá børnunum at koma til tey vaksnu, tá ið trupulleikar stinga seg upp. Jú fyrr slík mentan fæst at rigga, jú betur. Tí er einki í vegin fyri at byrja prátið um talgildan mentaskap í teimum yngru flokkunum, áðrenn børnini fara á sosialu miðlarnar.

“Tað ber til í 3. flokki, har fleiri næmingar hava havt telefon eina tíð, og tey duga so frætt at skriva, at tey

kunnu byrja at senda sms og viðmerkingar sínámillum. Tá ið børnini eru so smá, er ikki loyvt at vera á sosialu miðlunum, men tey spæla eina hóp av spølum á netinum, og tey flestu hava fingið fartelefon, so her ber væl til at tala um sosiala happing, og tær misskiljingar, sum kunnu standast av andlitsleysum samskifti,” leggur Jonas Ravn áherðslu á. Aftur í 7. A er Jonas Ravn liðugur at savna saman tær niðurstøður, næmingarnir eru komnir fram til í dagsins kjaki. “Takk fyri í dag. Tit hava verið fitt at verið saman við,” sigur hann at enda. Eftir tíman er ofta eitt eftirspæl, har nakrir næmingar koma upp til hansara og seta honum spurningar, sum tey ikki hava lagt í at tikið fram, meðan øll hini hoyrdu. Soleiðis er eisini í dag. “Tað er eitt gott tekin, tí tað merkir jú, at eg havi skapt eina umhugsan í næmingunum, og tað er jú endamálið við mínum útspæli til teirra,” sigur Jonas Ravn. “Tú skalt ikki ræðast sosialu miðlarnar. Teir eru eitt skilaligt og positivt amboð - tú skalt bara duga at brúka teir.

Pól Jespersen hevur týtt greinina ’Folkeskolen er afgørende for elevernes digitale dannelse’ úr ’Sociale medier i skolen’, Liv i skolen 2/2015.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019