• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Vit kundu ynskt okkum - um sosialar miðlar í fólkaskúlanum

Jesper Tække, lektari í miðlavísindi, Aarhus Universitet og Michael Paulsen, lektari í námsheimspeki, Aalborg Universitet

Tað hevði verið gott, um næmingarnir, tá ið tey fara úr fólkaskúlanum, høvdu lært at arbeitt við talgildum miðlum, og at tey høvdu royndir í tí at seta kós og stýra sínum uppmerksemi í nýggja miðlaumhvørvinum. Vit hava í mong ár granskað í sosialum miðlum í studentaskúlunum og kunnu við støði í ymsum granskingarverkætlanum tekna umhvarvið av tí, sum fólkaskúlin kann gera til tess at verða dagførdur viðvíkjandi nýggja miðlaumhvørvinum og soleiðis hjálpa næmingunum til serstakt at gerast góðir luttakarar á ungdómsútbúgvingunum og meiri alment í samfelagnum sum heild.

Vit eru mitt í einari miðlakollvelting. Turbulensurin er nógvur, og summi gera verndargirðingar, men vit síggja eisini, at tað tykist, sum eru summi nú før fyri at greina nýggju støðuna og taka upp­byggi­liga ímóti henni. Avbjóðingarnar eru nógvar, eitt nú tað serliga, at uppmerksemið verður sogið út úr undirvísingarhølinum. Møguleikarnir eru stórir, men fólk vita kanska ikki nóg væl um teir, og teir hava kanska eisini nýggjar og øðrvísi undirvísingarhættir sum fyritreyt.

Trupulleikar og møguleikar

Tvørleikarnir í nýggja miðlaumhvørvinum eru ikki heilt ómøguligir at loysa. Tað kemst m.a. av tí, at trupulleik­ar og møguleikar stava frá tí sama, nevni­liga teirri nýggju rúm-tíð, talgildu miðlarnir geva okkum, har flokshølið verður latið upp virtuelt. Sam­bært okkara greiningum eru broytingarnar í høvuðsheitum í tveimum stigum.

Fyrsta stigið snýr seg um tað, at vit hava ikki enn ment eina siðvenju til at lofta teimum nýggju støð­unum, tal­gildu miðlarnir skapa. Avgerandi nýtt er í fyrsta lagi tað, at vit nú kunnu fáa fatur á alskyns upplýsingum, hvar tað skal vera, og nær tað skal vera.

Í øðrum lagi ber nú til at fáa í lag samskifti við hvønn sum helst, hvar sum helst. Her sæst eisini, hvussu trupulleikar og møguleikar ganga hond í hond, tí samstundis sum tú verður órógvaður í undirvísingarstøðuni á óhepnan hátt, hevur tú góðar og nýggjar møguleikar at koma á tal við spennandi og viðkomandi fólk.

Annað stigið snýr seg um at menna eina góða kt-mentan, sum krevst til tess at kunna vera við í nýggja miðlaumhvørvinum. Tú skal duga at finna upp­lýs­ing­­ar og duga at vera vandin, tá ið tú metir um keldurnar. Tú mást duga at orðbera teg í nýggjum mentan­ar­berandi miðlum sum t.d. bloggum og You­tube-videostubbum. Tú skal duga at stýra tínum upp­merk­semi, og tú skalt duga at vera væl við bæði í undir­vísing og samfelagnum sum heild. Trupulleikin er, at hetta alt er minst líka strævið sum at læra at lesa, skriva, peika upp og duga at geva eitt hampiligt svar. Møguleikarnir snúgva seg samstundis um, at tann einstaki í nýggja miðlaveruleikanum hevur fleiri møguleikar at siga sína hugsan, at taka lut, at savna upplýsingar á ymsan hátt og somuleiðis at gera góðar undirvísingarfelagsskapir - t.e., um so er, at næmingarnir læra at brúka nýggju miðlarnar við umhugsni og víðsýni.

Tríggjar aldur í miðlamenningini

Vit kunnu við gransking okkara tekna eina fyrimynd, har menningin er í trimum aldum. Í fyrstu aldu hava skúlarnir fingið tráðleyst net, og næmingarnir kunnu fara á netið, áðrenn lærararnir hava lært at undirvísa um og við nýggju tøknini. Úrslitið er hugspjaðing og vantandi nærvera í undirvísingarstøðuni.

Í aðru aldu verður undirvísingin umskipað soleiðis, at lærararnir við kt-miðlum royna at vinna uppmerksemið hjá næmingunum aftur. Í triðju aldu verður trupulleikin við opna flokshølinum endavendur, og allur heimurin verður boðin innar á viðkomandi hátt.

Hetta ástøðið um tríggjar aldur er djarvt, men tað hvílir á dygdargott empiriskt grundarlag (Tække og Paulsen 2013, 2015). Vit halda okkum síggja greiða ábending um, at útbúgvingarskipanin ikki nýtist at drukna í fyrstu aldu, um so er, at lærarar og næming­ar læra at svimja í aðru aldu og soleiðis kunnu skapa ein nýggjan, góðan undirvísingarfelagsskap, sum ger tey før fyri at lyfta seg upp á triðju alduna.

Socio Media Aducation

Í Socio Media Education verkætlanini (SME) fingust lærarar hjá einum studentaskúlaflokki, við hjálp og stuðli frá granskarum, við at flyta seg frá fyrstu til aðru og víðari til triðju aldu. Fyrst av øllum fóru lærararnir í holt við at hjálpa næmingunum at varnast sítt egna uppmerksemi í nýggja miðlaumhvørvinum.

Í hesum brúktu tey í SME-flokkinum Twitter til at leggja afturat munnliga samskiftinum í flokshøl­inum og Wiki til at skipa, bøta og goyma nývunna vitan. Seinni vísti tað seg, at deiliskriv á netinum (google.doc) kundu verða brúkt bæði til at dygdar­menna undirvísingina og til at savna uppmerksemið hjá næmingunum um undirvísingina. Gjøgnum­skygnið gjørdi, at tað bar til at fylgja við í arbeið­inum hjá næmingunum og at stuðla teimum í til­gongd­ini. Samstundis vórðu næmingarnir styrktir í tí at duga at orða seg í nýggju miðlunum.

Við skrivligari sínámillum samvirkan á Twitter læra næmingarnir at orða seg stutt og neyvt, so at fleiri kunnu koma til orðanna enn í munnligum samskifti. Samrøðan í SME-flokkinum varð harumframt stuðlað virtuelt í sambandi við film­­sýning­ar, næm­inga­­fram­løg­­ur og lærara­fram­løg­ur við smábloggum, sum so virkaðu sum felags skrivlig frásøgn. Í aðru aldu varð uppmerksemið um undirvísingina soleiðis endurskapað, samstundis sum farið varð undir at brúka nýggju miðlarnar at styrka møguleikarnar hjá næmingunum at taka lut í arbeiðinum. Nýggja rúm-tíðin í SME-flokkinum varð eisini nýtt soleiðis, at lærararnir um kvøldarnar kundu hjálpa næmingunum við skúla­ting­unum gjøgnum Twitter. Á tann hátt verður markið millum skúla og heim tikið burtur og og munir í fyritreytunum hjá næmingunum minkaðir.

At lata upp fyri verðini

Í triðju aldu fara lærarar og næmingar at venda sær móti umverðini, sum gjøgnum viðkomandi fólk og net­verk verður ein partur av undirvísingini.

Eitt dømi frá SME-flokkinum er, at flokkurin smá­bloggar við ein yrkjara um yrkingarnar hjá honum. Sambært læraranum hugfangar skaldskapurin næm­ing­arnar, sum av heilum huga spyrja og tulka. Hetta er bara møguligt, tí tey í aðru aldu hava lært at brúka Twitter fakligt. Lærarin hevur frammanundan fyrireikað samskiftið, hjálpt teimum at skipa seg í bólkar og hevur kjakast við tey um spurningarnar. Lærarin hevur við hesum fingið ein nýggjan leiklut. Hann er meiri ein sum fyrireikar enn kunnar - hann fyrireikar samskiftið millum næmingar og skald. Tey læra seg ymiskt, sum lærarin ikki einsamallur hevði verið førur fyri at givið teimum, men sum bara kann koma í lag gjøgnum átakið hjá læraranum.

Eitt annað dømi er samskifti á einum Twitter-hash­tag um fíggjarkreppuna í sambandi við eina DR-sending. Her tóku næmingarnir lut á jøvnum føti við øll onnur. Tey fingu tí innlit í onnur vaksnamannasjónarhorn enn tey hjá læraranum. Lærarin verður tí tann, sum greinar ymsu politisku støðurnar til málið.

Endurbland í cyberspace

Har ið onnur alda gevur ábending um afturljóð frá ídnaðarsamfelagnum við yvirveking, virkisføri og einsrætting, so floymir triðja aldan um allar áar­bakkar. Í granskingarbókmentunum verður nýggja samfelagið lýst við vitanarspjaðing, við luttøku­mentan, konvergensmentan, tilognan, endurblandi og brúkaraframleiðslu (Burns 2009, Jenkins et al. 2013, Jenkins 2008, 2006).

Stutt sagt fer vitanarskapanin nú fram gjøgnum net­verks­samstarv, har framleiðslan ber í sær endurframleiðslu, har longu tøkt miðlatilfar (t.d. tekstir ella filmar), verður sett saman á øðrvísi hátt, verður endur­blandað. Í einum slíkum framleiðslusamanhangi ert tú ikki mentaður bara við at brúka miðlatekstir. Tal­gildur mentaskapur krevur, at tú eisini ert virkin lut­tak­ari í framleiðsluni. Tí mugu næmingarnir longu í fólkaskúlanum venjast og lærast at vera partur av brúkaraframleiðslu, at hava netverk, at tilogna og at endurblanda. Leikluturin hjá læraranum verður í hesum sambandi at lýsa, at brúka, at umskriva, t.e. at endurblanda á lógligan og góðan hátt (Paulsen og Tække 2015).

Fleirtættaði læraraleikluturin

Vinnast má á fyrstu alduni við at styrkja undir­vís­ing­ina, sum lýst undir aðru aldu, áðrenn til ber at venda sær móti heiminum í triðju alduni. Í triðju alduni fer tilelvingin og eldhugin hjá næmingunum at bera. Tað hendir, tí næmingarnir merkja, at onkur er í hinum end­anum, og eru tað javnaldrar, er tað ikki verri. Lærarin kann so taka seg eitt stig aftur og meiri vera ein, sum skipar fyri, setur í verk og styðjar góðar undir­vísingartilgongdir og setur sjónarmið hjá øðrum í rætt høpi og greinar tey fyri næmingunum - lærarin verður lærari.

Nýggi fleirtáttaði læraraleikluturin verður øðrumegin at viðvirka til góðan undirvísingarfelagsskap við at menna góða kt-mentan og góðar talgildar arbeiðs­vanar, og hinumegin at lata henda felagsskap upp, so undirvísingin fer fram í samvirkan við satt tilfeingi og fólk uttan fyri flokkin. Henda samvirkan skal vera so, at hon víðkar sjónarringin og mennir fakligu vitanina.

Talgildur mentaskapur

Skulu næmingarnir venjast at verða vandnir sam­felags­áhugaðir borgarar í heimssamfelagnum, mugu tey læra at standa seg væl í nýggja miðla­umhvørv­inum bæði í undirvísingarhøpi og alment. Til tess at vinna sær talgiltan mentaskap krevst, at tey læra at vera vandin í arbeiðinum við nýggju miðlunum. Hvørjar trupulleikar og hvørji framtíðarútlit skapar nýggja talgilda menningin, tá ið ræður um yvir­veking, umhvørvisovbyrjing, rættartrygd, fólkaræði, sosialan ójavnað, miðlabundinskap o.a.?

Hvussu broytir miðlamenningin okkum sum menn­iskju og samfelag? Hvørjar nýggjar tvístøður verða?

Hvussu kunnu nýggju miðlarnir verða brúktir sum amboð at skapa eina felags fólkaræðisliga mentan og positiva samveru? Allir slíkir spurningar og evni eiga at verða tikin fram í lærugreinunum í skúl­anum. Hetta skal ikki bara vera viðvíkjandi inni­haldi, men eisini hvussu undirvíst kann verða í hesum nýggja miðlaumhvørvi, so næmingarnir verða hjálptir til at gerast góðir samfelagsborgarar, sum menna ymsu evnini á bestan hátt. Fólkaskúlin hevur ein týðandi leiklut at spæla í hesum - at fyrireika framtíðarsamfelagið. Her ræður ikki bara um førleikar, sum kunnu verða brúktir bæði til gott og ilt, men fyrst av øllum at medvirka til, at næmingarnir ogna sær talgildan mentaskap. Tað er ein slíkan fólka­skúla, vit ynskja okkum, og sum vit halda okkum hava granskingar­grundaða heimild at siga, at brúk er fyri.

Bókmentalisti

Bruns, A. (2009). Blogs, Wikipedis, Second Life and Beyond: From Production til Produsage. New York: Peter Lang.

Jemkins, H., Ford, S. and Green, J. (2013). Spreadable media – Creating value and meaning in a networked culture. New York: New York Uni. Press.

Jenkins, H. (2008). Convergence culture: Where old and new media collide. New York: New York University Press.

Jenkins, H. et. al (2006). Confronting the Challenges of Participatory Culture: Media Education for the 21st Century. London: The MIT Press.

Paulsen, M. og Tække, J. (2012). Sociale medier og det nye undervisningsmiljø. I tidsskriftet Unge Pædagoger nr. 4. http://www.u-p.dk/default.asp?productcategory=2&sort=&serieid=&year=2012

Paulsen, M. (2013). Undervisning i det nye samfund. I Samfundsnyt nr. 191 s. 15-20.

Paulsen, M. og Tække, J. (2013). Social Media and the Hybridization of Education. In Cybernetics and Human Knowing Vol. 20.

Paulsen, M. og Tække, J. (2015). Fællesskab og Netværk – om sociale medier i gymnasiet. København: Forlaget Unge Pædagoger.

Tække, J. og Paulsen, M. (2013). Sociale medier i gymnasiet – mellem forbud og ligegyldighed. København: Forlaget Unge Pædagoger.

Pól Jespersen hevur týtt greinina ‘Vi kunne ønske os – om sociale medier i grundskolen’ úr ‘Sociale medier i skolen’, Liv i skolen 2/2015.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019