• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

8:30

Morgunmatur

Skálin

9:00

Regin Marnersson, Nám, bjóðar vælkomin

Felags fyrilestur:
Kunnu vit talgilda reagensgløs? / Bogi Bech Jensen

Náttúruvísindi krevja hands-on og hugsavnan. Hesi bæði eru ikki tað, einum kemur til hugs, tá talan er um talgilding. Ber tað til at lukta blómur, at føla maðkar, at kryvja fisk ella at uppliva evnafrøðiligt virkni gjøgnum skíggjar? Eru nøkur øki, sum ikki kunnu verða talgild?

 

Kaffi í Smakka

Verkstova 1

10:15 - 11:00

Frítt og gott á netinum / Heini Nygaard

Verkstovan tekur støði í web 2.0-tøkni í skúlahøpi. Web 2.0 kann í stuttum sigast at vera amboð á internetinum, sum eru ókeypis og frítt atkomuligt, har brúkarar koma við innihaldinum. Víst verður á nøkur hent netamboð í sambandi við undirvísing t.d. Prezi, Kahuut, Classflow, Youtube, Pixlr og OpenClipart.

Lat næmingin sleppa at blogga / Birgir Kruse

Birgir Kruse, ritstjóri í Námi, hevur bloggað í 10 ár. Við støði í hansara almenna bloggi og skúlavendum hugsanum um kreativa skriving, søgutráð og víðkaða teksthugtakið verður kannað, hvussu ein skúlabloggur kann síggja út, og hvørjir samskiftismøguleikar kunnu vera í einum slíkum bloggi. Við støði í sama almenna bloggi verður víst, hvussu skjótt næmingurin kann gera sín egna skúlablogg, sum byggir á tekst og mynd, har øll kunnu viðmerkja, og har knýtast kann til Facebook. Lærarar, ið vilja gera ein skúlablogg á staðnum, skulu hava teldu ella teldil við, hava Gmail-kontu og eitt uppskot til navn á blogginum. Skipanin er Blogspot, sum er ókeypis at brúka og goyma í.

snar.fo / Rói Joensen

Hvussu finni eg runt á Snar? Greitt verður frá, hvussu bygnaðurin á Snar er gjørdur eftir námsætlanunum. Eisini verður lagt upp til orðaskifti um, hvussu lærarar halda, at Snar kann verða mentur í komandi tíðum.

Fleksbøkur / Gunvá Magnussen og Sigfríður S. Sólsker

Í samstarvi við danska forlagið Alinea hevur Nám givið út fleksbøkur til fólkaskúlan. Fleksbókin er ein netborin, samvirkin bók, ið fakliga og námsfrøðiliga hóskar væl til nútíðar læring. Fleksbókin og pappírsbókin eru líka, men fleksbókin er ríkað við ljóð- og filmsbrotum, kortum og samvirknum uppgávum. Við dømum úr ymsum fleksbókum verður víst á ymsu hentleikarnar.

Verkstova 2

11:10 - 11:55

svar.fo / Óli Jákup Joensen og Hans Jón Thomsen

Próvstovan/NÁM leggja fram og vísa á møguleikar við skipanini Chamilo, sum verður nýtt á svar.fo. Komið verður inn á fyrimunir og vansar við skipanini. Stutt framløga verður um, hvussu uppgávur verða gjørdar, og hvørjar námsfrøðiligar hugsanir kunnu liggja til grund fyri, hvat uppgávuslag verður valt. Eisini verður komið inn á skipanina í próvtøkuhøpi.

Um at menna eina bóka-App / Dorit Hansen

Starvsfólk hjá Námi hevur saman við samstarvsfeløgum úr Íslandi, Danmark og Letlandi verið við í einari Nordplus verkætlan at menna eina bókaapp til yngri børn. Appin er ætlað bæði til bøkur hjá forløgum og til bøkur, sum børnini sjálvi skriva. Í framløguni verður greitt frá gongdini og appini, og hugleitt verður um avbjóðingar og møguleikar í at menna føroysktmælt samvirkið tilfar.

Google Apps for Education (GAfE) / Beinir P. Hansen

Ein alternativur læringspallur til fólkaskúlan. GAfE er ment saman við lærarum og er ein fríur pallur, ið gevur lærarum og næmingum atgongd til ein hóp av talgildum dynamiskum tænastum so sum “virtuelt” flokkshøli, tekstviðgerð, framløgur, rokniark, multiplechoice, t-post, kalendarar, drev o.a. GAfE hevur um leið 45 mill. brúkarar (næmingar og lærarar).

fcws.fo – SamHøll í nýggjum hami / Hendrik Jacobsen og Heini Nygaard

Stutt lýsing av, hvussu brúkarin við fcws fær atgongd til sítt tilfeingi, og hvørjir nýggir samskiftis- og samstarvsmøguleikar eru í fcws.

11:55 - 13:00

Døgurði í Smakka

Verkstova 3

13:00 - 13:45

Næmingurin í talgilda samfelagnum / André Danielsen og Jóhan Petur Poulsen

“Fólkaskúlin eigur at skapa slík líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.” Næmingurin í talgilda samfelagnum hevur møguleikan at læra, har hann vil, og tá ið hann hevur hug til tess. Næmingurin hevur eisini møguleika at menna sjálvstøðuga læring. Talgilt samskifti. Talgilt samstarv.

Ráðið Fyri Ferðslutrygd / Brynhild Høgnadóttir

RFF leggur fram nýggja, talgilda undirvísingartilfarið til fólkaskúlan. Við yngstu næmingunum fara vit túr í ferðsluni og umrøða, hvørjum ansast skal eftir. Elstu næmingarnir sleppa at taka støðu til tvístøður í ferðsluni, tvístøður, sum øll ungfólk fyrr ella seinni koma at uppliva. Tað verður gjørt við filmsbrotum, innliti og bólkakjaki, sum alt verður samskift á talgildum palli.

Vent flokshøli / Vár í Ólavsstovu

Undirvísingarháttur, ið brúkar web 2.0 tøkni. Við hesum hátti verður undirvísingin vend soleiðis, at tann fakliga innleiðsla, sum vanliga fer fram í skúlanum, verður á filmi gjøgnumgingin heima og uppgávur, sum vanliga er heimaarbeiði, verða loystar í skúlanum. Viðgjørd verður talgild námsfrøði, vent flokshøli, royndir og kanningar við støði í eini undankanning, sum var luttøkugransking í vendum flokshøli í føroyskari mállæru í einum 6. flokki. 

Spælgrundað læring / Ólavur Ellefsen

Frá ungum læra børn ígjøgnum spæl. Spælgrundað læring (game based learning) er ein virkin frálæruháttur, har lærarar skipa fyri, og næmingar spæla fyri at røkka ásettum læriendamálum. Í spæli ber til vandaleyst at mistaka seg, at royna nýggjar leiðir og at gerast dugnaligur at loysa smáar og stórar avbjóðingar.

Verkstova 4

13:55 - 14:40

KT í innskúlingini / André Danielsen og Jóhan Petur Poulsen

“Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.” Hvussu kann kt verða nýtt í undirvísingini umframt at vera í samsvari við kjarnaøkini í námsætlanini? - Heimaarbeiði – Uttanatslæra – Lesing – Skriving – Støddfrøðiførleikar.

sBøkur / Dorit Hansen, Sigfríður S. Sólsker og Sólvá Jónsdóttir

Í samstarvi við danska forlagið Systime hevur Nám givið fleiri sBøkur út – bæði til fólkaskúla og til miðnám. sBókin er ein netborin samvirkin bók, sum fakliga og námsfrøðiliga hóskar ógvuliga væl til nútíðar læring. sBókin líkist pappírsbókini í bygnaði, men er ríkað við ljóð- og filmsbrotum, leinkjum og samvirknum uppgávum. Við dømum úr ymsum sBókum verður víst á ymsu hentleikarnar. Komið verður eisini inn á ráðlegging og ymsar arbeiðshættir við tilfarinum.

Hjálpimiðlar til lesiveik / Fríðbjørg Hammer og Annka Marr Poulsen

1. Intro. Hvat er endamálið við undirvísingini, hví brúka hjálpiaról/amboð – teldlar, teldur, ljóðbøkur, e-bøkur, upplestur, notur o.s.fr? Við undirheitinum hjálp til sjálvhjálp.

2. Orðabankin sum upplestraramboð.

3. CD-orð samanborið við Orðabankan sum skrivihjálp.

4. Textivate – eitt amboð at brúka í undirvísingini.

Støddfrøði og kt / Louise Meier Carlsen

Hóast teldan er ein risa roknimaskina, so hevur hon ikki fingið nógv pláss í lærugreinini støddfrøði. Tað eru fleiri kt-amboð, ið kunnu verða brúkt í lærugreinini. Í framløguni verður víst á Excel og Geogebra í einum granskandi høpi.

14:45 - 15:15

Samanumtøka - Regin Marnerson

Í Norðurlandahúsinum hanga uppsløg, ið vísa, í hvørjum hølum tær ymsu verkstovurnar eru

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019