Skip to main content

Bøkur til føroyskt sum annaðmál

Nám arbeiðir við at gera undirvísingartilfar í føroyskum sum annaðmál til børn í skúlaaldri.

Málbólkurin eru børn á øllum floksstigum fólkaskúlans, sum hava eitt sindur av skúlagongd aftan fyri seg. Tað vil siga, at tey hava frammanundan knekkað lesikoduna á egnum ella øðrum máli, sum byggir á latínska stavraðið og duga at rokna einføld roknistykki í tølum. Málsligir førleikar sum at duga eitt sindur av føroyskum ella enskum eru ikki ein fortreyt. Við hesum málum í huga fer tilfarið vónandi at røkka so nógvum floksstigum sum møguligt, sum er so langt niður sum einstaki næmingurin megnar og upp í 10. flokk.

Tilfarið leggur seg eftir at brúka forkunnleikan aktivt, sum einstaki næmingurin longu hevur við sær sum t.d. sítt egna móðurmál, sum næmingurin kann krøkja nýggja vitan á.

Tilfarið er skipað í torleikastigum. Soleiðis kunnu næmingar fáa undirvísing í bólki og tó arbeiða á trimum ymiskum torleikastigum samstundis.

Málsliga er tilfarið soleiðis lagt til rættis, at næmingar fyrst læra tað, teimum tørvar mest í gerandisdegnum. Stórur dentur verður samstundis lagdur á at læra vanlig orð, sum eisini eru nógv brúkt í skúlahøpi, faklig hugtøk og í heila tikið tað málið, teimum tørvar fyri so skjótt sum møguligt at fóta sær í vanligu undirvísingini og gerandisdegnum sum heild.

Evnini byrja fyrst við tí mest átrokandi fyri næmingin persónliga. Síðan leggur tilfarið evnið afturat um dagliga lívið, skúlamentan, arbeiðshættir, lærugreinar og faklig mál, soleiðis sum vit kenna tað hjá okkum og um okkara leiðir.

Tilfarið fevnir um grundbók, arbeiðsbók, orðahefti og eina læraravegleiðing. Harumframt eru eisini ljóðfílur partur av tilfarinum.     

Eftir ætlan verður eitt royndarprent tøkt við skúlaársbyrjan 2020, sum røkkur so langt í vavi sum arbeiðið tá er komið. Ætlanin er síðan at leggja afturat so hvørt. 

Onnur tíðindi

Týsdagin 1. desember hevur Nám sett hundrað fólkum úr fólkaskúla, miðnámi og fróðskaparsetri stevnu at møta á Hotel Føroyum. Tá fer Steffen Löfvall at…

Les meira

Í dag var hátíðardámur í Námi / Próvstovuni, tí Ása Hansen og Gunnvør H. D. Poulsen, sum báðar eru próvtøkufyrisitarar, hava starvast í sama øki í…

Les meira

Teldulig hugsan á Bókadøgum

 

Les meira