Skip to main content

Bókaframløga: “Úr gomlum ritum”

13.12.2024

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við undirheitunum Føroysk handrit fram til 19. øld - Færøske håndskrifter frem til 19. århundrede - Faroese manuscripts up to the 19th century, sum Seán Vrieland, lektari við atknýti at Árnasavninum, hevur skrivað.

Hendan bók varð skrivað sum úrslit av verkætlanini Tú skalt biðja um eitt reisipass: Talgild heimflyting av føroyskum handritum. Heitið á verkætlanini kemur úr innganginum fremst í Fugloyarbók, ið Hans David Matras skrivaði, áðrenn hann sendi handritið til vinmann sín, V.U. Hammershaimb í Keypmannahavn í 1854. “Gakk nú til útlands gamla stóra bók,” skrivar Matras, “og sig teimum tíðindi nýggj og gomul, sum tú  kanst best. [...] Tær behøvist hvørki mat ella drekka, men tú skalt biðja um eitt reisipass upp á vegin aftur aftini.”

Endamálið við verkætlanini var at geva føroyskum handritum á søvnum uttan fyri Føroyar eitt “talgilt reisipass” í form av handritalýsingum. Takkað verið hesi verkætlan, eru Fugloyarbók og onnur føroysk handrit nú atkomulig á heimasíðuni Handrit.is. Endamálið við bókini er sum framhald at  geva handritunum “ferðaskjøl”, so tey kunnu bjóðast á gátt hjá fólki, ið hevur áhuga í Føroya søgu, mentan, bókmentum og máli.

Bókin er skrivað á trimum málum – føroyskum, donskum og enskum – og tann forvitni lesarin eggjast til at fara á rannsóknarferð inn í føroysk handrit á einum, tveimum ella øllum trimum málum. Teir tríggir tekstirnir eru í høvuðsheitum eins; tó kunnu frábrigdi koma fyri, av tí at málini bera seg ymiskt at, og eisini tí at forkunnleikin hjá føroyska, danska ella útlendska lesaranum helst ikki er eins.

Handritið er skrivað á enskum, og Nicolina Dahl hevur týtt til føroyskt.

Bókin “Úr gomlum ritum” kemur út og verður løgd fram í Námi mikudagin 18. desembur kl. 15:00.

Høvundurin, Séan Vrieland, fer at greiða frá verkætlanini og Ole Wich, sum hevur funnið myndir og umbrotið bókina, fer at greiða frá, hvat hann hevur lagt dent á á visuellu síðuni av bókini.

Okkurt tónleikainnslag verður, og Nám bjóðar kaffi og kaku.

Onnur tíðindi

13.12.2024

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við…

Les meira
03.12.2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at…

Les meira
30.11.2024

Leikurin Romeo og Julia, sum nú hevur tær seinastu…

Les meira
14.11.2024

Sum liður í arbeiðinum at menna fyribyrgjandi átøk…

Les meira