Skip to main content

Bygnaðarbroytingar og nýggjur deildarleiðari

01.08.2022

Nýggjur deildarleiðari í Ráðgevandi deildini í Námi er 40 ára gamli Tóri Slættalíð. Hann er útbúgvin lærari við yvirbygningi í kt, læring og organisatión í broyting frá Aalborg Universiteti.

Nám hevur arbeitt við bygnaðarbroytingum, sum merkir at nýggja ráðgevandi deildin í Námi fer at fevna um námsráðgeving, bókasavn, kt-didaktiska økið, skeiðsvirksemi, trivnaðarøkið og aðrar tvørgreinaligar verkætlanir.

Deildin er ein samanlegging av námsfrøðiliga ráðgevandi toyminum og kt-toyminum, sum var.

Umframt at menna námsfrøðiligu ráðgevingina út til skúlarnar, fer Nám við nýggju deildini eisini at leggja seg eftir at menna kt-didaktiska økið.

Uppgávurnar á kt tekniska økinum verða fluttar í Undirvísingarstýrið og nýggja Skúlanetið, so hvørt sum nýggja kt leiðslufyrisitingarskipanin og Skúlanetið verða sett í verk.

Tóri Slættalíð tók við nýggja starvinum sum deildarleiðari í Ráðgevandi deildini í Námi hin 1. august 2022.

Onnur tíðindi

27.09.2022

Í næstum verður skipað fyri verkstovum í at nýta…

Les meira
19.09.2022

Próvstovan sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum…

Les meira
08.09.2022

Nú kemur nýtt tilfar úr Námi, sum er ætlað…

Les meira
07.09.2022

Í morgin, hósdagin, kemur spildurnýggja…

Les meira