Skip to main content

Finka er best í Evropa

Høvundur er Marianna Skarðenni Poulsen

Í dag er greitt, at vit eiga bestu skúlabók í Evropa. Bókin eitur ”Finka” og høvundurin er Marianna Skarðenni Poulsen. Tekningarnar eigur Kathrina Skarðsá og forlagið er Nám, sum í dag stroymdi evropeisku avgerðina í hølunum við Hoyvíksvegin.

Trettan bøkur, har málbólkurin er tey 8-10 ára gomlu, vórðu frammanundan valdar at kappast um heiðurin.

Avgerðin fall á netinum seinrapartin í dag, har týska Helga Holtkamp úr Berlin greiddi frá um kappingina ”Best European Learning Materials Awards”, stytt BELMA.

Christoph Bläsi úr Mainz í Týsklandi greiddi síðan frá um teir fýra bólkarnar undir yvirskriftini ”The BELMA principles - how to win a BELMA”.

Byrjað var við bólki fýra og so varð talt niður til bólk eitt og at enda varð ein serlig virðisløn.

8 manna dómsnevndin, sum valdi føroysku bókina ”Finka” at verða bestu bók í bólki tvey, varð sett saman av hesum fólkum: Helga Holtkamp, Christoph Bläsi, Jean-Claude Lasnier, Eva Maagerø, James McCall, Jaan Mikk, Julieta Savova og Diana Kali.

Onnur tíðindi

Hetta er ein roynd at gera eitt element í nýggja táttinum á Snar, sum vit kalla á talvuni.

Les meira

Norðurlendsk bókmentavika 9.-15. november

Les meira

Tala, sum Eyðun Gaard, stjóri í Námi, helt tá bókin Finka fekk evropeiska gullheiðursløn 14. oktober 2020

Les meira