Skip to main content

Firvaldabók ummæld í Veingjasuð

Fuglafrøðifelag viðger bók hjá Námi

- Henda sera vakra og snotiliga firvaldabók er fyrsta føroyska handbókin, har ein ávísur og heilur skordýrahópur í Føroyum verður viðgjørdur og lýstur ... Men hendan bókin er nógv meir enn ein vanlig felthandbók, skrivar Karl A. Thomsen í Veingjasuði nr. 1 2012.

Jens-Kjeld Jensen og Hans Eli Sivertsen hava skrivað bókina Firvaldar – 155 ymiskir firvaldar í Føroyum, sum Nám gav út í 2010.

- Teksturin er lættur at lesa, lýsingarnar góðar, greiðar og beinraknar og vera væl stuðlaðar av nógvum góðum myndum og tekningum, so øll – eisini tey, ið fyrstu ferð kaga inn í firvaldaheimin – kunnu læra og fáa gleði av hesi bók, skrivar Karl A. Thomsen.

Jens-Kjeld Jensen og Annleyg Patursson hava navngivið allar teir firvaldar, sum frammanundan ikki høvdu føroysk nøvn, og fyri hetta hava tey stórt rós uppiborið, heldur ummælarin, sum endar greinina við hesum orðum:

- Eitt er púra vist, og tað er, at øll, ið eru forvitin, og sum fegin vilja vita meira um føroysku náttúruna, og um tað, sum í henni balist, hava við hesi hendinga bók fingið eitt týðandi amboð, sum ger tey betur før fyri at finna, granska og greina firvaldamargfeldið í Føroyum. Vónandi verður bókin eisini nýtt í føroysku skúlunum.

Føroya Fuglafrøðifelag hevur sum endamál at fremja kannan og vernd av landsins fuglalívi og at birta og halda uppi almannaáhuga fyri fuglasløgum og fuglaumhvørvi.  Hetta er triðja árið, at felagið gevur út blaðið Veingjasuð. Í blaðnum eru millum aðrar greinar um ljósamorreyða staran, ævintýrkendu verurnar bertáknur og og nýggja føroyska fuglin títa. Eisini er yvirlit yvir sjáldsamar fuglar, sum eru sæddir í Føroyum í 2010 og í 2011.

Onnur tíðindi

Fríggjakvøldið vann 20y á Glasir kappingina hjá…

Les meira

Frágreiðing um landsroyndina 2020 er nú tøk á…

Les meira

Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði fyri Nám…

Les meira

Á norðurlendskum skúlakjatti kanst tú koma í…

Les meira

Setanartala hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, tá…

Les meira

Samskipari av holocaust degnum er Ólavur í Geil.…

Les meira

Kringvarpið og Nám hava í ár samstarvað um…

Les meira

Formaðurin í dómsnevndini, Árni Øregaard, sigur,…

Les meira

Týsdagin 1. desember hevur Nám sett hundrað fólkum…

Les meira