Skip to main content

FjølNám – ein lærupallur um upphavsrætt

26.04.2021

Ein nýggj heimasíða skal læra lærarar og læraralesandi um upphavsrætt. Leingi hevur verið tosað um talgilda búgving í fólkaskúlanum, og tí hava Nám og Fjølrit í felag tikið stig til FjølNám.

FjølNám er ein talgildur pallur á netinum, sum verður tøkur í summar. Tá fer at bera til at fáa nógva vitan um upphavsrætt á ein spælandi hátt, tí fleiri spøl eru á heimasíðuni, sum ger tað lætt og undirhaldandi at nema sær vitan um upphavsrætt.

Við talgildu menningini er tað vorði lættari bæði at gera verk, at spjaða tey til onnur og at avrita tey.

Lærarin finnur eina mynd á netinum av einum føroyskum árabáti, sum hann vísir næmingunum á stórskíggja. Ella lærarin avritar eina stuttsøgu úr eini bók, ger stuttsøguna til pdf og sendir næmingunum hana.

Tað er skjótt og lætt, men tað krevur umhygni.

Hvør eigur myndina, ið lærarin nýtir í undirvísingini? Og hvussu er við lønini hjá rithøvundanum fyri stuttsøguna?

Hesi bæði dømini vísa, hvussu vit bera okkum at í talgilda heiminum.

Tað er finska systurfelagið hjá Fjølriti, Kopiosto, og finska mentamálaráðið, sum saman hava ment innihaldið. Nám og Fjølrit hava føroyskað innihaldið, og pallurin hevur fingið heitið FjølNám. Nám og Fjølrit undirskrivaðu herfyri samstarvsavtalu.

Onnur tíðindi

23.04.2021

Næmingar í Lítla skúla hava sungið flaggsangin,…

Les meira
14.04.2021

Beint fyri jól var kt-didaktiskt visiónseminar…

Les meira
09.04.2021

Barnasangbókin, sum Nám fór undir at leggja á…

Les meira
29.03.2021

Nám gevur í hesum døgum út bókina “Føroysk mállæra…

Les meira
22.03.2021

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
22.02.2021

ListaMeldur er eitt afturvendandi tiltak í mars,…

Les meira
22.01.2021

Mikudagin í komandi viku verður Dagurin fyri…

Les meira
04.01.2021

Ritstjóri til Nám og samskipari til Føroyar lesa

Les meira
14.12.2020

Fríggjakvøldið vann 20y á Glasir kappingina hjá…

Les meira
11.12.2020

Frágreiðing um landsroyndina 2020 er nú tøk á…

Les meira