Skip to main content

Føroya Kulasti Rørsludagur

02.06.2009

Mikudagin 10. juni skipa Javni og ÍSB fyri rørsluátaki undir heitinum ”Føroya kulasti Rørsludagur”. Tiltakið verður í Havn og er skipað soleiðis, at øll hava skulu hava møguleika at luttaka...

Landsstýrismaðurin við heilsumálum, Hans Pauli Strøm, fer at seta Føroya kulasta rørsludag.
So fara Trølla Pætur og Omman saman við Steintóri Rasmussen at standa fyri upphiting. Eisini tey, ið hvørki kunnu ”krúpa ella ganga” kunnu luttaka.

Umleið kl. 14 verður runnið, gingið ella koyrt í koyristóli frá Gamla Apoteki oman til rundkoyringinga í Havnargøtu. Luttakarar fáa handað eitt próvskjal.

Tiltakið er lagt soleiðis til rættis, at fólk úr Suðuroynni kunnu vera við, uttan at noyðast upp á hálvari nátt.

Møguleiki verður at keypa heilsugott drekka og ábit. Øll eru hjartaliga vælkomin til Føroya kulasta Rørsludag.

Lesi meiri á www.javni.fo

 

Lagt út Heini Nygaard

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira