Skip to main content

Føroyar lesa høvuðsevnið á læraradegnum

06.10.2021

9., 10. og 11. november verða læraradagar í Norðurlandahúsinum

Lesing

Í døgunum 9., 10. og 11. november verða læraradagar í Norðurlandahúsinum. Fyriskipari er Nám.

Høvuðsevnið er lesing, og er hetta framhald av verkætlanini Føroyar lesa, sum fór av bakkastokki í august 2020.

Skráin er tann sama allar tríggar dagarnar. Hon er rættiliga fjølbroytt og tryggjar, at einstaki lærarin kennir seg og sínar lærugreinar aftur og fær brúkt innihaldið í degnum sum íblástur og víðari menning. Talan er um tríggjar høvuðsfyrilestrar, sum eru ætlaðir øllum luttakarunum, og fimm verkstovur/fyrilestrar, sum einstaki lærarin velur ímillum.

Niðanfyri er skráin við kunning um fyrilestrar, verkstovur og framløgur.

Vinaliga setið tykkum í samband við Nám, um spurningar ella ivamál eru. Tit kunnu ringja ella skriva beinleiðis til Dorthe Pedersen, 555175 ella dorthe@nam.fo.

Læraradagur 2021

Skráin á Læraradegnum

 

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira