Skip to main content

Fólk til kodingararbeiði

24.06.2022

Próvstovan leitar eftir 1-2 fólkum til kodingararbeiði í sambandi við PISA-22.

Próvstovan leitar eftir 1-2 fólkum til arbeiðið at koda svar í sambandi við PISA-kanningina 2022. Talan er um at koda starvsupplýsingar. Næmingarnir hava í spurnarblaði svarað, hvat starv foreldur teirra hava, og hvat starv tey sjálv kundu hugsað sær. Hetta skal kodast til tøl. 

Arbeiðið við at koda verður gjørt í samstarvi við Danmarks Statistik. Mett verður, at arbeiðið tekur umleið 40 tímar. Byrjað verður sum skjótast, og arbeiðið skal verða liðugt 6. juli 2022.

Upplæringin tekur umleið 1 tíma og fer fram á Zoom. Tað eru fólk frá Danmarks Statistik, sum taka sær av upplæringini.

Tímaløn verður veitt sambært sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag, og er í løtuni 135,56 + feriuløn 12% um tíman. 

Vilt tú vita meira, kanst tú seta teg í samband við Moniku Klingsbjerg-Besrechel frá Danmarks Statistik, teldupostadressan er: MOM@dst.dk  

Áhugað verða biðin um at senda eina umsókn til Próvstovuna á asa@provstovan.fo í seinasta lagi 28. juni 2022.

Onnur tíðindi

08.07.2022

SSP hevur dagført undirvísingartilfarið “At…

Les meira
05.07.2022

Nú skúlarnir eru farnir í summarfrí, hevur…

Les meira
01.07.2022

Nýggj námsætlan er gjørd til lærugreinina…

Les meira
30.06.2022

Nýggjar námsætlanir eru gjørdar í lærugreinunum…

Les meira