Skip to main content

Heiðursmerki í Námi / Próvstovuni

Í dag var hátíðardámur í Námi / Próvstovuni, tí Ása Hansen og Gunnvør H. D. Poulsen, sum báðar eru próvtøkufyrisitarar, hava starvast í sama øki í meir enn 40 ár.

Fyri hesa trúgvu tænastu fingu Ása og Gunnvør heiðursmerki frá Kongshúsinum.

Ása hevur við ídni og trúfesti arbeitt á Próvstovuni, har uppgávurnar eru nógvar, serliga tá próvtøkutíðin nærkast. Í samfull 40 ár hevur Ása verið trygdin fyri at hetta hevur gingið væl í hond. Ása hevur seinastu árini verið við til at samskipað føroysku PISA kanningarnar og hevur medvirkað í at tryggjað, at føroyskar próvtøkur altíð eru tíðarbærar og á norðurlendskum støði.

Gunvør hevur við ídni og trúfesti arbeitt á Próvstovuni, har uppgávurnar eru mangar og ymiskar, serliga tá próvtøkutíðin nærkast. Í samfull 42 ár hevur Gunvør verið trygdin fyri at hetta altíð hevur eydnast. Á Próvstovuni hevur Gunvør serliga verið knýtt at maritimu útbúgvingunum.

Eyðun Gaard, stjóri, í Námi/Próvstovuni  handaði Ásu Hansen og Gunvør H. D. Poulsen heiðursmerki, fortjenstmedalje, fyri trúgva tænastu.

 

Onnur tíðindi

Týsdagin 1. desember hevur Nám sett hundrað fólkum úr fólkaskúla, miðnámi og fróðskaparsetri stevnu at møta á Hotel Føroyum. Tá fer Steffen Löfvall at…

Les meira

Í dag var hátíðardámur í Námi / Próvstovuni, tí Ása Hansen og Gunnvør H. D. Poulsen, sum báðar eru próvtøkufyrisitarar, hava starvast í sama øki í…

Les meira

Teldulig hugsan á Bókadøgum

 

Les meira