Skip to main content

Henny skipar fyri ListaMelduri

22.02.2021

ListaMeldur er eitt afturvendandi tiltak í mars, ið endar við einum stórum listafagnaði mikudagin í viku 11.

Far til ListaMeldurin

- Hendan dag, sum í ár er 17. mars, fara børn og ung kring allar Føroyar at seta myndlist á breddan við eini rúgvu av myndlistaligum tiltøkum og framsýningum á skúlunum, sigur Henny Dánialsdóttir, sum er ráðgevi í Handaverki og list í Námi.

- Endamálið við árliga tiltakinum, ListaMeldur, er at varpa ljós á tær handaligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, harav serliga myndlist, sigur Henny.

Hon leggur afturat, at endamálið er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivna hjá einstaka næminginum, umframt at kveikja og geva íblástur.

- Øll kunnu vera við, undirstrikar Henny og nevnir barnagarðar, skúlar, háskúlar, eftirskúlar, miðnám og Námsvísindadeildina sum dømi. Øll skulu kenna møguleikan at uppliva gleðina við at skapa, sum júst er eitt av berandi endamálunum við ListaMelduri, sigur Henny, og leggur afturat, at hon, og øll, ið fyrireika, gleða seg at síggja tilmeldingar frá børnum og ungum kring alt landið!

- ListaMeldur leggur upp til, at lærarar og næmingar fara út, og í felag verða sjónlig við listini í almenna rúminum. Um tit gera eina tvørfakliga verkætlan, arbeiða við litlæru, læra at tekna andlit, ella mála ein heilan húsavegg, tað er púra upp til tykkara. Einki er ov lítið, og einki er ov stórt. Tað ljóðar øgiliga háfloygt, men í veruleikanum varpar ListaMeldur bara ljós á tað, tit longu gera úti á ymsu skúlunum, sigur Henny, sum umframt at vera fakligur ráðgevi í Námi, eisini undirvísir í myndlist á Listabreytini í Nám X.

Á myndini stendur Hennny í gongini í Námi, har Føroya Fólkaháskúli í løtuni hevur framsýning við næmingavrikum.

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira