Skip to main content

Húsavørður til Nám og Undirvísingarstýrið

09.11.2021

Starvsfólk til dagligt rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiði í Námi og Undirvísingarstýrinum

 Gevið gætur! Freistin er farin, og starvið er sett 

Nám og Undirvísingarstýrið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til setanar 1. januar 2022.

Dámar tær fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur? Send so eina umsókn.

Dagliga rakstrar- og viðlíkahaldsarbeiðið innan- og uttanhýsis á Hoyvíksvegi 72 og Hoydalsvegi 1, umfatar millum annað:

  • viðlíkahaldsuppgávur
  • rudding
  • vaktarhald
  • flagging
  • salting
  • og útinna mongu ymisku uppgávurnar, ið stinga seg upp í bygningunum.

Førleikakrøv

Tað er ikki eitt krav at vera faklærd/-ur, men tað er ein fyrimunur at hava útbúgving sum handverkari, t.d. innan timbur ella el.

Vit vænta, at tú ert skyldurøkin, og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss við góðum felagsskapi, har vit raðfesta tað góða samstarvið høgt.

Setanarviðurskifti

Starvsfólkið verður starvssett helvt um helvt í Námi og Undirvísingarstýrið. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Løn og aðrar treytir vera sambært sáttmála við avvarandi arbeiðara- ella handverkarafelag

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555 150 ella við teldupost á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 28. november 2021 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira