Skip to main content

Les og hoyr við Lexin

23.01.2013

Hent amboð hjá útlendingum

 

Við Lexin kunnu útlendingar lættliga læra seg føroyskt á netinum. Lexin er eitt savn av myndum, sum eru settar inn í eitt forriti á mongum málum. Á henda samvirkna hátt ber til at læra seg orð á føroyskum og øðrum málum. Í forritinum eru 1800 orð og tekningar, sum eru býtt í 31 høvuðsevni.

Í vinstru síðu kann veljast, hvat mál skal vísast á myndini. Hvørt einstakt mál verður víst saman við føroyskum og enskum. Brúkarin kann eisini sjálvur velja, hvørji mál skulu síggjast. Í evnisyvirlitinum verður valt, hvat evni skal vísast, og í skiljubløðunum ovast ber til at skifta millum ymsu málini.

Tá ið trýst verður á myndina, verður samanhangurin vístur millum tekning og orð. Samstundis hoyra vit, hvussu orðið ljóðar á viðkomandi máli. Tað er Lív Højsted Horsdal, sum lesur føroysku orðini.

- Henda tænasta er beinleiðis úrslit av norðurlendskum samstarvi, sigur Rói Joensen, ritstjóri á Námi. Tað er svenska “Myndigheten för skolutveckling”, sum hevur lagt støði undir Lexin, sum flestu Norðurlond hava tikið til sín. Føroyski parturin í Lexin er gjørdur í samstarvi millum Nám og UNI•C í Danmark.

Onnur tíðindi

25.10.2024

Temasíða um filmin Hjartabørn í Kenja er nú á snar

Les meira
16.10.2024

Lesibókin Dropar 7 varð í dag heiðrað við…

Les meira
03.10.2024

PISA kanning verður aftur á vári 2025.

Les meira
23.09.2024

Bókarøðin fevnir um Grundbók, Arbeiðsbók,…

Les meira