Skip to main content

Nám vinnur silvur fyri Sjófeingi

20.10.2021

Annað árið á rað vinnur Nám virðisløn í kappingini um besta undirvísingartilfar í Evropa. Í ár er vinningurin silvur fyri talgilda tilfarið ”Sjófeingi”. Í fjør vann Nám gull fyri samansetta undirvísingartilfarið ”Finka”.

sjofeingi.fo

Dómsnevndin hjá Belma kunnger í dag úr Frankfurt í Týsklandi, har bókamessa er, eina støðulýsing fyri føroyska tilfarið og síðan grundgeving hjá trimum dómsnevndarlimum fyri at geva Námi silvurheiðursløn fyri føroyska undirvísingartilfarið “Sjófeingi”:

Tilfeingi úr havinum

Talan er um talgilt undirvísingartilfar í lærugreinini náttúru og tøkni til næmingar í 6. flokki, har evnið er burðardygg gagnnýtsla av øllum tilfeingi úr havinum.

Tað er felagsskapurin European Educational Publishers Group, sum á hvørjum ári skipar fyri Belma, ið stendur fyri Best European Learning Materials Award.

Tríggir dómsnevndarlimir hjá Belma hava mett um undirvísingartilfarið hjá Námi.

Fyrsti dómsnevndarlimur sigur:

Tilfarið fevnir um eina rúgvu av kunnandi teksti, uppgávum, filmum, myndum og kortum, sum geva næmingum fleiri møguleikar at læra. Tilfarið brúkar Føroyar sum støði og fer so longur út í heim at kanna viðurskiftini, og leggur dentin á burðardygd og veðurlagsviðurskifti á ein væl skipaðan hátt. Næmingarnir fáa góðar møguleikar at hugsa um evnini í felag. Myndirnar eru góðar. Filmur ger evnið nærverandi við persónligum søgum. Tað er lætt at navigera í tilfarinum. Dygdarfyrilestrar um ymisk evni geva tilfarinum eyka ískoyti.

Annar dómsnevndarlimur sigur:

Tilfarið hevur høga góðsku, hugtakandi snið og lætta navigatión. Lay-out er klárt og attraktivt. Væl skipað fokus er á smálutir í føroyskari fiskivinnu og alivinnu við teim altjóða avbjóðingum, sum eru knýttar at eini burðardyggari føðiketu, sum tó eisini gevur rúmd fyri umhvørvistrupulleikum og -vernd. Tilfarið er innihaldsríkt og skilliga skipað, hóast summir partar eru samansettir. Inngangurin er greiður og lættur at skilja, hóast hann vísir til eitt nýtt evni á ein nýggjan hátt. Sjáldsama góðar myndir eru brúktar til hvørt av teim átta økjunum og samsvarandi evnunum. Tekningar og onnur myndalig amboð stuðla upp undir tekstin, og framúr góðir videofilmar geva tilfarinum ein munandi ágóða. Her er gott samstarv millum undirvísing og læring og didaktiskt og metodisk amboð - frá vanligum frágreiðingum og framsetingum til frágreiðingar, telduspøl og kort at lesa. Ymsar uppgávur og ymiskt virksemi er, sum vendir sær bæði til einstaka næmingin og bólkin, og amboð at meta við eru løgd væl inn í tilfarið.

Triði dómsnevndarlimur sigur:

Myndaliga hugtakandi, høg góðska, filmisk videobrot, sum gera tilfarið viðkomandi. Undirvísingarevnið um burðardygga fiskivinnu er ógvuliga týdningarmikið fyri málbólkin og ta tíð, vit liva í.

Belma 2021 niðurstøða um føroyska undirvísingartilfarið ”Sjófeingi”:

Samvirkna kortið gevur eina framúr góða og stuttliga innleiðslu, sum fevnir næmingarnar og dregur teir til sín. Greitt verður frá um samansett evni við video, animatiónum, myndum og stuttum teksti. Eitt gott savn við eykatilfari, sum bæði næmingar og lærarar kunnu brúka, fylgir við.

Uppskot um batar:

Fyrsti dómsnevndarlimur:

Lærumálini kundu verið gjølligari lýst. Fleiri uppgávur kundu verið gjørdar.

Annar dómsnevndarlimur:

Um námsætlanir eru tøkar til hetta talgilda tilfar, hevði verið hent at havt tær ætlanirnar við hondina í hóskandi formati. Ein lýsing kundi eisini verið gjørd av, hvørjar avleiddar eginleikar og førleikar næmingarnir læra við hesum tilfari. Fleiri stig í hugsanini um fjølbroytni kundu verið umhugsað. Fleiri bólka- og verkætlanarvendar uppgávur kundu verið tiknar við.

Triði dómsnevndarlmur:

Tað hevði bøtt um tilfarið, um fleiri fjøltáttaðar uppgávur og kreativar royndir vóru. At kunna tillaga skíggjamyndina hevði bøtt um tilfarið. Okkurt evni kundi havt meir tilfar, til dømis eru bara fýra myndir í sambandi við sunnan kost, har eina myndin er ein uppskrift.

Silvur fyri burðardygd í undirvísing

Við bókini ”Finka” vann Nám gull í kappingini um bestu skúlabók í Evropa í fjør.

Í ár var Nám í tveimum førum við í kappingini um besta nýggja undirvísingartilfar í Evropa. Umframt talgilda tilfarið ”Sjófeingi”, sum vann silvur, luttók Nám eisini í kappingini við bókini ”Søgur um ull”, sum Ása Hátun skrivaði. Nám hevur gjørt virðislønta undirvísingartilfarið ”Sjófeingi” saman við Tökni og Sjókovanum.

”Sjófeingi” er grundað á toLRN læringsplatformin hjá Tökni.

sjofeingi.fo

 

Onnur tíðindi

18.11.2021

Nám sóknast eftir námsráðgeva/ritstjóra í…

Les meira
09.11.2021

Starvsfólk til dagligt rakstrar- og…

Les meira
08.11.2021

Orsakað av koronustøðuni eru øll skeið, sum skuldu…

Les meira
01.11.2021

Mánadagin 1. novembur verður sBókin Vinnurættur…

Les meira