Skip to main content

Nýggj KT umsitingarskipan

Nýggj heildarætlan fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum verður nú løgd fram og handa landstýrismanninum við uttanríkis- og mentanarmálum, Jenis av Rana.

Heildarætlanin fevnir um hesi bæði høvuðsátøk:

Fyrra høvuðsátakið er eitt trygt Skúlanet, ið svarar til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar. Skúlanetið er ein KT felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám og Setrið og KT-landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku KT vinnuna.

Seinna høvuðsátakið er at menna eina framkomna og trygga lestrarfyrisitingarskipan, ið er felags fyri fólkaskúla, miðnám og fróðskaparsetur. Verandi KT-skipanir eru fongdar við álvarsligum trygdarveikleikum, sum bæði Landsgrannskoðan og Dátueftirlit hava víst á.

Nú er tíðin búgvin at seta sjóneykuna á undirvísingarverkið, ið tørvar eina grundleggjandi endurnýggjan og umskipan av KT-virkseminum, siga fyrireikararnir. 

Tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið saman við Undirvísingarstýrinum og Námi, ið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum.

Les skjalið her

Onnur tíðindi

Týsdagin 1. desember hevur Nám sett hundrað fólkum úr fólkaskúla, miðnámi og fróðskaparsetri stevnu at møta á Hotel Føroyum. Tá fer Steffen Löfvall at…

Les meira

Í dag var hátíðardámur í Námi / Próvstovuni, tí Ása Hansen og Gunnvør H. D. Poulsen, sum báðar eru próvtøkufyrisitarar, hava starvast í sama øki í…

Les meira

Teldulig hugsan á Bókadøgum

 

Les meira