Skip to main content

Nýggju kostráðini kunnu heintast í Námi

09.09.2021

Fólkaheilsuráðið hevur gjørt ein bókling við nýggju kostráðunum. Bóklingurin liggur tøkur á Námi, og skúlar kunnu ogna sær eitt flokssett.

Frá fólkaheilsuráðnum

Góðu skúlar

Nú er hann her! Bóklingurin við nýggju kostráðunum, sum kann nýtast sum undirvísingartilfar. Hann liggur tøkur á Námi. Vit vóna, at allir skúlar taka væl ímóti tilfarinum og ogna sær eitt flokssett til undirvísingarendamál.

Vit hava eisini lagt A2 plakatir av kostráðunum á Námi og vóna, at vit á henda hátt fáa plakatina út á allar skúlar og í flokksstovurnar.

Tað er umráðandi at hava góðar kostvanar. Vanar verða lagdir tíðliga í lívinum, og tí er umráðandi, at góðir kostvanar verða lagdir í børnini.

Meira kunning um kostráðini er á okkara heimasíðu.

Tit eru eisini vælkomin at umbiðja eina framløgu frá okkum, so koma vit fegin út at vitja tykkara skúla.

 

Onnur tíðindi

17.09.2021

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám aftur í ár…

Les meira
13.09.2021

Skulin.fo vísur til heildarætlanina, sum nú verður…

Les meira
09.09.2021

Fólkaheilsuráðið hevur gjørt ein bókling við…

Les meira
08.09.2021

Skjøtul var sett á Skúlaleikir, tá ið 50…

Les meira