Skip to main content

Ráðgevi/Ritstjóri í støddfrøði í miðnámi

18.11.2021

Nám sóknast eftir námsráðgeva/ritstjóra í støddfrøði á miðnámsskúlaøkinum

Vilt tú standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning av lærugreinini støddfrøði á miðnámsskúlaøkinum, og hevur tú fakligt og námsfrøðiligt innlit í breytaskipanina, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi og ritstjóri.

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum námsráðgeva, 40%, og ritstjóra, 60%, frá 1. januar 2022. Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstarv fram til 31. juli 2025.

 

Um starvið

Sum námsráðgevi skal viðkomandi:

  • fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námsfrøðiliga gransking, fakligar avbjóðingar og menning á økinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.
  • vegleiða, geva íblástur og samskifta við skúlar.
  • arbeiða við at dagføra og gera vegleiðingar til námsætlanina í støddfrøði á yrkisnámi og gymnasialum miðnámi.
  • svara námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini.
  • ráðgeva um próvtøkur, próvtøkuuppgávur og breytarverkætlanir.

Hevur ráðgevin undirvísingarførleika í fleiri lærugreinum, skal hann vera til reiðar at virka sum ráðgevi í hesum lærugreinum eisini, um tørvur er á tí. Ráðgevin skal eisini kunna átaka sær aðrar viðkomandi uppgávur á miðnámskúlaøkinum.

Sum ritstjóri skal viðkomandi:

  • ritstjórna undirvísingartilfar í støddfrøði
  • finna viðkomandi tilfar til útgávuheildina C-A-stig
  • samskifta við onnur starvsfólk um arbeiðið við tilfarinum
  • vera við til at menna undirvísingartilfar
  • vera við í skeiðsvirkseminum í Námi
  • røkja aðrar viðkomandi uppgávur, ið hoyra til arbeiðsøkið hjá Námi

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava undirvísingarførleika sambært kunngerð nr. 23 frá 7. apríl 2014 um fakligan førleika í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru, at viðkomandi skal:

  • vera fakliga og námsfrøðiliga á tryggari grund
  • hava áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
  • hava innlit í tvørfakligt samstarv
  • hava royndir sum próvdómari og vegleiðari
  • hava góð samstarvsevni og vera fyrikomandi
  • hava góðar samskiftisførleikar
  • hava góðan málførleika, serliga í føroyskum

 

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám.

 

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av viðkomandi prógvum og C.V. skal verða Námi í hendi í seinasta lagi sunnudagin 12. desember 2021. Umsóknin skal sendast til: Nám, Hoyvíksvegi 72, FO-100 Tórshavn ella við t-posti á eydun@nam.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150.

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 27 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og har arbeiða 7 fólk.

 

Onnur tíðindi

18.11.2021

Nám sóknast eftir námsráðgeva/ritstjóra í…

Les meira
09.11.2021

Starvsfólk til dagligt rakstrar- og…

Les meira
08.11.2021

Orsakað av koronustøðuni eru øll skeið, sum skuldu…

Les meira
01.11.2021

Mánadagin 1. novembur verður sBókin Vinnurættur…

Les meira