Skip to main content

Starv sum trivnaðarráðgevi

Sum liður í arbeiðinum at menna fyribyrgjandi átøk at steðga happing og styrkja trivnaðrarbeiðið í fólkaskúlanum sóknast Nám eftir dugnaligum og ágrýtnum trivnaðarráðgeva.

Starvið  er  fulltíðarstarv og verður skipað sum verkætlanarstarv í tíðarskeiðnum frá 1. oktober 2020  til 31. juli 2023. Møguleiki verður tó at leingja starvssetanina við tveimum árum til  31. juli 2025.

Høvuðsuppgávurnar hjá trivnaðarráðgevanum eru í samstarvi við skúlarnar, at:

  • menna trivnaðin hjá næmingunum
  • samskipa arbeiðið  at dagføra trivnaðarætlanirnar í fólkaskúlunum  
  • skipa fyri trivnaðarátøkum  saman við AKT-lærarunum
  • skipa fyri regluligum netverkfundum fyri AKT-lærarum og flokslærarum
  • vegleiða flokslærarar, førleikastovur og leiðslur í sambandi við næmingafráveru
  • samskipa og viðgera trivnaðarkanningar
  • skipa fyri fyribyrgjandi trivnaðarátøkum
  • fyrireika og gera tilfar um trivnað

 

Vit vænta, at umsøkjari:

  • hevur innlit og holla vitan  um føroyska skúlaverkið og arbeiðsroyndir haðani
  • hevur góðan førleika at veita  námsfrøðiliga ráðgeving og - menning
  • hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • dugir væl at skapa álit
  • trívist í samstarvi við skiftandi fakbólkar

Førleikar:
Umsøkjari skal hava starvsroyndir í fólkaskúlanum og master- ella kandidatútbúgving í námsfrøði ella námsfrøðiligari sálarfrøði ella útbúgving sum fólkaskúlalærari við viðkomandi eftirútbúgving.

Vit bjóða:

Eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú:

  •  saman við leiðslu og lærarum tekur stig til menna trivnaðin í fólkaskúlanum
  • fert at samstarva  við AKT-lærararnar í  skúlunum
  • fert at virka í einum námsfrøðiliga mennandi umhvørvi við regluligum samstarvi við hinar  starvsbólkarnar í Námi
  • fært førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

 

Setanarviðurskifti:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. 

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á telefon 555150 ella í  teldubrævi til  eydun@nam.fo

 

 

Umsóknarfreist:

Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera Námi í hendi í seinasta lagi hin 6. september 2020.


Umsóknirnar skulu sendast til hesa adressu:

 

Nám

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 3279

110 Tórshavn

 

ella til hesa teldupostadressu:

eydun@nam.fo

 


 

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið.

Aðalmálið hjá Námi er at savna og slóða fyri, so at borgarin hevur bestu fortreytir at læra og mennast.

Nám skapar og veitir dygdartænastur, ið skulu fremja læring og menning.

Høvuðsvirkisøkini hjá Námi eru:

  • at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar
  • at veita fakliga og undirvísingarliga ráðgeving
  • at skipa fyri skeiðsvirksemi, miðlasavni, útláni og skeiðum.

Starvsfólk í Námi: Á stovninum arbeiða 35 starvsfólk. Próvstovan er partur av Námi, og á henni arbeiða 7 fólk.

 

Onnur tíðindi

Týsdagin 1. desember hevur Nám sett hundrað fólkum úr fólkaskúla, miðnámi og fróðskaparsetri stevnu at møta á Hotel Føroyum. Tá fer Steffen Löfvall at…

Les meira

Í dag var hátíðardámur í Námi / Próvstovuni, tí Ása Hansen og Gunnvør H. D. Poulsen, sum báðar eru próvtøkufyrisitarar, hava starvast í sama øki í…

Les meira

Teldulig hugsan á Bókadøgum

 

Les meira