Skip to main content

Súlubøkur læra børn at lesa

Tey seinastu árini hevur nógv kjak verið um lesiførleikar hjá børnum. Skrivligt samskifti er í dag so umfatandi, at øll børn mugu læra væl og virðiliga at lesa. Fyri at møta tørvinum á dygdargóðum arbeiðsamboðum til hesa uppgávu, hava lærararnir, Gunvør Højgaard og Osvald Jacobsen, skrivað bókstava- og ljóðbókina, Súlan.

 

 

Høvuðsbókin, Súlan, kom á marknaðin seinasta heyst og hevur fingið góða móttøku. Rithøvundarnir hava hildið fleiri væl-vitjað skeið, og eftirmetingin hevur verið framúr góð. Og nú eru fýra lesibøkur til Súluna útkomnar.

Lesibøkurnar eru ætlaðar næmingum at lesa, so hvørt, sum teir hava lært teir ávísu bókstavirnar. Fyrstu bøkurnar  hava løtt og ljóðrøtt orð, sum saman við myndum, geva barninum stuðul og mót til lesingina. Eftir ætlan koma seks smáar lesibøkur til Súluna út hetta skúlaárið.      

Myndirnar í bókini siga eina søgu, sum prátast kann um. Í tekstinum eru nógvar endurtøkur, og samanlagt kann bókin við orðum og myndum geva næminginum eina góða uppliving av at hava lisið eina bók.

Hugsjónin handan Súluna er, at børn læra at lesa við at binda bókstav og ljóð saman. Gransking vísir, at okkara evni at vera varug við einstøku ljóðini í talumálinum eru avgerandi fyri lesilæringina. Kanningar í m.a. USA og Danmark hava staðfest, at tú sleppur ikki undan at arbeiða skipað við sambandinum millum bókstav og ljóð, um tú vilt náa einum neyvum lesiførleika.  

Saman við nágreiniligu lærarabókini, spæl- og sangfløguni, teldutøku orðaspølunum og putlisøgunum á netinum og nýggju smáu lesibókunum er bókstava- og ljóðbókin Súlan ein góð heildarloysn til ta fyrstu lesiinnlæringina.  

 

Súlan fevnir fyribils um hesar undirvísingarmiðlar:  

  • Bókstava- og ljóðbókin Súlan
  • Lærarabók Fløga við teldutøkum undirvísingarparti
  • Avritssíður og kunning á Snar
  • Fýra smáar lesibøkur (fleiri koma)    

Súlubøkurnar  eru uppruna føroyskar, Osvald Jacobsen hevur teknað og Gunvør Højgaard hevur skrivað. Hannis Egholm hevur greitt til prentingar, og bøkurnar eru prentaðar hjá Føroyaprent. Bøkurnar eru umleið 24 síður og kostar 68 kr. hvør.

Súlubók 1  -  Sólin sá lás í á  

Ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu fimm bókstavirnar:  á, l, s, í, ó.  

Súlubók 2  - Sólin sá ís í á  

Ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu seks bókstavirnar: á, l, s, í, ó, t.  

Súlubók 3 - Sólin sá Ásu og Ólaí á

Ætlað at lesa, tá ið næmingarnir hava lært teir fyrstu sjey bókstavirnar: á, l, s, í, ó, t, i.    

Súlubók 4 - Sólin sá bil og bát í á  

Hevur umframt somu bókstavir eisini bókstavin b.  

Dorit Hansen, ritstjóri Føroya Skúlabókagrunnur

Onnur tíðindi

Fríggjakvøldið vann 20y á Glasir kappingina hjá…

Les meira

Frágreiðing um landsroyndina 2020 er nú tøk á…

Les meira

Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði fyri Nám…

Les meira

Á norðurlendskum skúlakjatti kanst tú koma í…

Les meira

Setanartala hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, tá…

Les meira

Samskipari av holocaust degnum er Ólavur í Geil.…

Les meira

Kringvarpið og Nám hava í ár samstarvað um…

Les meira

Formaðurin í dómsnevndini, Árni Øregaard, sigur,…

Les meira

Týsdagin 1. desember hevur Nám sett hundrað fólkum…

Les meira