Skip to main content

Syngið tabellirnar

29.03.2011

At falda við sangi er ein øðrvísi og stuttligur háttur at læra støddfrøði.

Joan Hovgaard hevur gjørt sangir til tær lítlu tabellirnar. Í samstarvi við sínar næmingar í Sørvágs skúla hevur hon innspælt og sungið løgini til barnaútvarpið.

Nú eru sangirnir eisini tøkir á Snar og kunnu takast niður her:

2-tabell, 3-tabell, 4-tabell, 5-tabell, 6-tabell, 7-tabell, 8-tabell, 9-tabell og 10-tabell 

Joan hevur sjálv gjørt løgini til 2-, 3- og 9-tabellina. Hini løgini eru gomul fólkaløg. Løgini eru øll fittlig og skjót at koma eftir. Orðini í sangunum eru sjálvsøgd, men Joan hevur eisini kryddað tabellinar við egnum orðum, sum her:

 “Tá vit tabellirnar læra, vit stuttleika bera í sinn.

  Vit lættliga faldistykki svara, tá vit eru farin inn.”

Sangirnir eru ætlaðir 1. til 3. flokki, men yngri børn kunnu eisini vera við. Teirra talfatan er kanska ikki so breið ella djúp, og tey skilja neyvan multiplikatión, men eru harafurímóti skjót at koma eftir bæði rími og ramsum.

  “Síðsta tal í áttatabell, tað er 80 og nú er vell.”

Lurta eisini eftir Talsanginum  og Fryntasanginum.

 

Onnur tíðindi

04.05.2026

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ráðgeva…

Les meira
04.05.2026

Starvið er nýtt og hevur til endamáls at styrkja…

Les meira
30.04.2026

Próvstovan er stongd allan mánadagin tann 4. mai.

Les meira
13.04.2026

Hesa vikuna vera landsroyndirnar hildnar í 4. og…

Les meira