Skip to main content

Tað musiska menniskjað

22.08.2019

- ein øðrvísi lærutilgongd, fyrilestur við Jon-Roar Bjørkvold (NO)

Tak niður PDF-skjal

Høvuðsevnið, ið hevur støði í bókum hansara, einamest í bókini Det musiske menneske (Tað musiska menniskjað), er: Mentan, skúli, sangur og læring.

Aftaná verður pallborðsfundur, kjak og tónleikur á skránni.

Melda til her

Tiltakið er ókeypis!

Kjell Larson, lektari í Eidsvoll, ummælir soleiðis Jon-Roar sum fyrilestrahaldara:

Hann segði frá á livandi hátt eldhugaður við dragandi og eggjandi rødd og rørslum og við kveikjandi skifti millum ymsar málbúnar. Ja, satt at siga var framløguháttur hansara í besta samljóði við innihaldið.

...Tað týdningarmesta íkastið hjá Jon-Roar Bjørkvold eru eginleikar hansara at skapa eina størri fatan av, hvussu ymisk eyðkenni og ymsar fortreytir næmingar hava. Hetta kunnu vit skúlafólk ikki verða mint á ov ofta. Bjørkvold setur mótsetningarnar, barnamentan og skúlamentan, hvast upp hvørjar móti øðrum, tá hann t.d. letur ”bláar hestar” umboða barnamentanina og “stórar, brúnar hestar” umboða skúlamentanina. 
Eg má viðganga, at tá eg havi rættað uppgávur, havi eg sett reyðar strikur undir rættiliga nógvar “smáar, bláar hestar” heldur enn at víst áhuga fyri, hvaðan teir koma, og hvagar teir skulu fara.

----------------------------------

Tað musiska menniskjað - ein lívsstílurÚr fororðinum til Det musiske menneske

Okkum øllum tørvar tað musiska menniskjað. Eingin missir burtur av tí musiska, uttan at okkurt sera grundleggjandi í menniskjaliga lyndi hansara har við eisini fer fyri skeyti.

Tí haldi eg tað vera umráðandi at royna at skilja tað musiska menniskjað betur og at skilja eitt sindur meiri av upphavi, sereyðkennum og fjølbroytni tess.

Av tí at hetta økið er ómetaliga umfatandi, er tað ofta merkt av tøgn í eini serfrøðingasiðvenju sum tí vesturlendsku. Tað snýr seg eyðsæð um lívsmenning og leik, børn og barnamentan, skapandi menniskju og tónleik, men eisini um námsfrøði og skúla og samfelagsmenning og politikk. Tí tað musiska menniskjað hoyrir til í eini vistfrøðiligari heildarhugsan. Um vit ikki royna at hugsa í størri eindum, ikki bara tvørtur um fak og tekstsløg, men eisini tvørtur um mentanir, aldursbólkar, vísindi og skaldskap, missa vit tað musiska menniskjað úr eygsjón.

Tilber at lesa meira um Jon-Roar Bjørkvold á heimasíðuni hjá Forlagnum Freidig: www.freidig.no/

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Onnur tíðindi

23.04.2021

Næmingar í Lítla skúla hava sungið flaggsangin,…

Les meira
14.04.2021

Beint fyri jól var kt-didaktiskt visiónseminar…

Les meira
09.04.2021

Barnasangbókin, sum Nám fór undir at leggja á…

Les meira
29.03.2021

Nám gevur í hesum døgum út bókina “Føroysk mállæra…

Les meira
22.03.2021

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum kt-fólki…

Les meira
22.02.2021

ListaMeldur er eitt afturvendandi tiltak í mars,…

Les meira
22.01.2021

Mikudagin í komandi viku verður Dagurin fyri…

Les meira
04.01.2021

Ritstjóri til Nám og samskipari til Føroyar lesa

Les meira
14.12.2020

Fríggjakvøldið vann 20y á Glasir kappingina hjá…

Les meira
11.12.2020

Frágreiðing um landsroyndina 2020 er nú tøk á…

Les meira