Skip to main content

Tann góða lesitilgongdin

Annika Høj og Lív Magnussen hava týtt grundbókina í lesistimbran "God läsutveckling / Det gode læseforløb".

Bókin er eftir Katarina Herrlin og Ingvar Lundberg, sum hava granskað nógv í málsligari menning og lesi- og skrivimenning.

Tær hava lagað hana eftir føroyskum viðurskiftum og kallað hana Ta góðu lesitilgongdina. Hon er fyrsta av sínum slag á føroyskum og kærkomin.

Annika og Lív greiða okkum í stuttum frá bókini. 
– Hon er um, hvussu vit hjálpa børnunum í tí fyrstu lesiundirvísingini, og hvat vit kunnu gera fyri at beina burtur forðingar á leiðini móti góðari lesing. Men fram um alt er hon um, hvussu vit kunnu stuðla børnunum og  stimbra tey  til eina góða menning.  

– Gransking hevur víst, at lærarar, sum gjølla fylgja lesimenningini hjá  børnunum við formligum og óformligum eftirmetingaramboðum, fáa betri úrslit enn lærarar, sum ikki leggja tíð, áhuga og orku í hetta.
– At undirvísa byrjanarlesarum er ein stór ábyrgd og  sera spennandi avbjóðing. Hjá læraranum er tað ein stór gáva at sleppa at vera uppií og síggja ljósið tendrast í eygunum á børnunum, tá ið tey skilja, hvussu lesikodan virkar.

Er hetta einamest ástøðiligt tilfar?
 Nei, Tann góða lesimenningin sigur greidliga og ítøkiliga frá, hvørjar førleikar barnið skal hava á teimum umrøddu økjunum. Bókin vísir eisini á skipaðar venjingar til tey grundleggjandi stigini í lesimenningini. Ávísingarnar greiða frá, hvussu tú kanst stimbra menningina og fyribyrgja, at barnið rennir seg fast. Dømi úr bókum eru til ein part av venjingunum, sum vísa lesistigið á teimum ymisku økjunum. 

– Tilfarið er greitt og lætt at brúka: Á eini talvu fyri hvørt einstakt barn vísir tú, hvussu langt barnið er komið í síni lesimenning. Á henda hátt kanst tú regluliga skjalprógva, hvussu lesingin hjá barninum mennist, og soleiðis skapar tú ein lesiprofil fyri hvørt einstakt barn, har lesimenningin hjá barninum verður væl lýst. Lesiførleikamenningin hjá einum barni fatar um fleiri ymiskar partsførleikar: Fonologiskt ansni,orðaavkodanflótandi lesinglesifatan og lesiáhuga.

– Hesir førleikar eru hvør í sínum lagi knýttir tætt hvør at øðrum, men hava eisini eina eyðkenda gongd hvør sær. Av og á tekur barnið seg kanska skjótt fram í einum øki ella á nøkrum økjum, og mestsum steðgar upp á einum øðrum. Eftirmetingartalvurnar eru eitt gott grundarlag undir at leggja ætlanir um, hvat tú síðan skalt seta í verk av pedagogiskum átøkum.

– Kortleggingin gevur harafturat eitt gott grundarlag undir samrøðum við foreldrini. Foreldrasambandið er ikki bara til at geva foreldrunum upplýsingar um sterku og veiku síðurnar hjá barninum. Tað hevur eisini til endamáls at fáa foreldrini upp í arbeiðið við at hjálpa børnunum til ta góðu lesigongdina á ein uppbyggjandi hátt.
– Bókin er ein góð vegleiðing til lærarar, sum undirvísa í byrjanarundirvísingini. Hetta er ein fakbók, sum tú kanst hyggja í aftur og aftur. Hon er einføld, og styrkin liggur í, at frágreiðingarnar eru greiðar, og hugskotini eru løtt at brúka bæði í flokkum og í smærri bólkum. 

– Vit halda, at henda bókin kann geva íblástur til námsfrøði- og læraralesandi, sum arbeiða við málsligari menning og lesimenning. Harafturat kunnu foreldur eisini fáa góð hugskot um, hvussu tey kunnu stimbra barnið í málsligu menningini og lesimenningini.  

– Vit hava føroyskað hesa bókina, tí vit halda, at stórur tørvur er á føroyskum tilfari um hetta evnið. Myndirnar í bókini eru tiknar í føroyskum umhvørvi við føroyskum tilfari. Tað ger sítt til, at lesarin fær eina ítøkiliga mynd av, hvussu hann kann brúka hugskotini sjálvur.  

– Tá ið vit tóku útbúgvingina sum lesivegleiðarar, brúktu vit nógv donsku útgávuna, og vit vóru samdar um, at júst henda bókin átti eisini at verið á føroyskum, tí hon er so einføld og greið.   

– Vit eru vísar í, at bókin fer at koma væl við hjá øllum, sum á ymiskan hátt hava við børn, málsliga menning og lesimenning, at gera. Sprotin sær til, at b ókin verður á marknaðinum, tá ið skúlaárið byrjar aftur eftir summarsteðgin. 

Onnur tíðindi

Fríggjakvøldið vann 20y á Glasir kappingina hjá…

Les meira

Frágreiðing um landsroyndina 2020 er nú tøk á…

Les meira

Føroyakortið, sum Rói Højgaard teknaði fyri Nám…

Les meira

Á norðurlendskum skúlakjatti kanst tú koma í…

Les meira

Setanartala hjá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, tá…

Les meira

Samskipari av holocaust degnum er Ólavur í Geil.…

Les meira

Kringvarpið og Nám hava í ár samstarvað um…

Les meira

Formaðurin í dómsnevndini, Árni Øregaard, sigur,…

Les meira

Týsdagin 1. desember hevur Nám sett hundrað fólkum…

Les meira