Teknikapping fyri børn og ung - Tekna ein granskara

Tekningarnar skulu verða á hvítum A4 pappíri ella elektroniskar í A4 stødd, kunnu verða í litum ella svart/hvítar. Navn og aldur skal skrivast týðuliga í niðasta høgra horni. Navn, aldur, bústaður og nakrar reglur um tekningina skulu skrivast á pappír fyri seg, sum saman við tekningini skal sendast til Granskingarráðið antin við telduposti: gransking@gransking.fo (myndafílan skal enda við jpg, gif ella png) ella við vanligum brævi til Granskingarráðið, Postrúm 259, 110 Tórshavn.
Vitjandi á heimasíðuni kunnu atkvøða fyri innkomnu tekningunum, sum verða lagdar á heimasíðuna, tá mánaðarfreistin er úti. Latnar verða virðislønir til nr. 1, 2 og 3. Vinningarnir eru bøkur frá Føroya Skúlabókagrunni.
Í november velur ein dómsnevnd tríggjar tær bestu tekningarnar millum allar innkomnu tekningarnar, uttan mun til, hvør hevur vunnið mánaðarkappingarnar. Í dómsnevndini sita umboð fyri Granskingarráðið og listafólk. Høvuðsvinningarnir eru: Nr. 1 – Dell telda frá City, virðið uml. kr 5.000, nr. 2 og 3 – fartelefon frá Vodafone, virðið hvør uml. kr. 2.500
Endamálið við at fyriskipa kappingina er at kveikja áhugan millum børn og ung fyri gransking og útbúgving innan vísindi. Við at leggja allar tekningar á heimasíðuna vóna vit, at allir luttakarar, vinfólk teirra, foreldur, lærarar og onnur avvarðandi fáa høvi at síggja tekningarnar og fáa íblástur og hugskot til nýggjar tekningar ella prát um vísindi.
Les meira um kappingina á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum
Wenche Andreassen, ritstjóri