Skip to main content

Ung í Føroyum 2010

20.01.2010

– Bert hugflogið setur markið

 

Stevnan har tey ungu kreativu hittast verður nú aftur! Tann 26. til 28. februar letur Norðurlandahúsið hurðarnar upp fyri 60 ungum í Føroyum, sum tora og duga og vilja. Øll sum eru 13 ár, men enn ikki 19 kunnu tekna seg innan tann 29. januar á www.ungiforoyum.info!

Tíðindaskriv

10. stevnan
Tann 26. februar fer 10. UíF-stevnan av bakkastokki, tann sætta í Norðurlandahúsinum.
Hetta er stevnan, har øll ung í landinum, sum hava listarlig áhugamál ella fáast við eitthvørt, ið hevur við list at gera, kunnu koma og hitta onnur, sum hava somu áhugamál og læra nýtt av hvørjum øðrum og av kendum føroyskum og útlendskum listafólkum.
Tað er her, at ung kunnu vísa øllum, hvat ungdómsmentan er, tá ung sjálvi seta dagsskránna.

Fyri øll kreativ ung
Ung í Føroyum er fyri øll ung, sum eru listarliga áhugaði, bæði til tey, sum hava nógvar royndir, til tey, sum akkurát eru byrjaði, ella til tey, sum bara hava hug at fara í gongd við nakað listarligt.
Tey kunnu royna nýggjar leiðir og mennast innan sítt listaøki, men tað ber eisini til at royna okkurt annað enn tað, tey fáast við til dagligt.
Her kunnu ung hitta onnur, sum fáast vit tað saman sum tey, hitta javnlíkar og eisini síggja, at alt ber til – bert hugflogið setur markið.

Hvat er á skránni?
Fríggjakvøldið verður listaframsýning og sýning av teimum tónleika-, sjónleika- dansi- ella filmsverkunum og øðrum, tey ungu sjálvi hava fyrireikað frammanundan.
Leygardagin verður arbeitt í verksmiðjum allan dagin. Á kvøldi er hugnakvøld og opin pallur.
Sunnudagin verður stóra endasýningina fyrireikað, og sunnudag seinnapart kunnu øll fólk koma at síggja, hvat er avrikað.

Kapping?
Ung í Føroyum er ikki ein kapping. Tað er ein møguleiki at vísa fram, royna nýtt, menna, tað tey duga og arbeiða saman við øðrum listarliga áhugaðum og virknum í sínum aldri. Og tað er ein møguleiki at vísa umheiminum, hvat ung list er í dag, hvat tey halda vera spennandi og viðkomandi.
Ung í Føroyum er ein týðandi sýnisgluggi fyri føroyska ungdómslist. Tað er hent og kann henda aftur, at onkur sær eina spennandi sýning ella eitt spennandi listaverk og vil nýta tað, og okkurt av tí, sum hevur verið framleitt á stevnuni, hevur verið sýnt í øðrum høpum. Eisini hava luttakarar verið bodnir at taka lut í líknandi norðurlendskum tiltøkum.

Hvørji eru verksmiðjuleiðararnir?<brVerksmiðjuleiðararnir eru øll yrkislistafólk, fólk, sum liva av sín list. Tey flestu eru føroyingar, men onkuntíð eru listafólk boðin aðrastaðni frá. Roynt verður at finna listafólk, sum ikki vanliga undirvísa í Føroyum.<br />Í ár vera tey hesi: Lena Andersen og Niclas Johannesen, tónleikur, Janus á Húsagarði, myndlist, Joël Colas, sirkus, Petur Pólson, skriving, Katrina í Geil, design, Vígdis Hentze Olsen, dans og Bernharður Wilkinson, samskipar sunnudagssýningina.

UíF á Facebook
Afturat heimasíðuni, sum Ung í Føroyum hevur havt síðani 2005, hevur stevnan eisini sín egna Facebook-fjepparabólk.


Allar upplýsingar um UíF eru at finna á www.ungiforoyum.info og á www.nlh.fo.
Gev gætur: tekningin er byrjað og er online.

Her er leinkjan: www.ungiforoyum.info

Lagt út: Sigfríður Abrahamsen

 

 

Onnur tíðindi

Mynd av drongi, ið hyggur at grafum
17.04.2024

Hesa vikuna eru allir næmingar í 4. og 6. flokki…

Landsroynd Landsroyndir Landsroyndir 2024
Les meira
19.03.2024

Starv sum námsráðgevi í føroyskum á yrkis- og…

Les meira
12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150…

Les meira
04.03.2024

Nám gevur út tvey nýggj Hey!-hefti, sum eru ætlað…

Les meira