Skip to main content

Vanlig orð á gólvið

20.05.2022

Gunvá Magnusen, ritstjóri í Námi, sigur, at í nógv ár hava lærarar tosað um, hvørji tey mest vanligu orðini munnu vera í innlæringini.

- Nú var møguleikin at gera nakað ítøkiligt við júst hetta, við støði í okkara egnu bók, Finku, sigur Gunvá.

- Tað er ikki granskað í føroyska málinum, hvørji orð verða mest brúkt. Tí gjørdu vit av at velja vanligastu orðini í móðurmálsbókini Finku, sum er til annan flokk. Tí bleiv heitið Vanlig orð, sigur Gunvá.

Tað eru seks opnur við orðum í bókini, har tey mest vanligu eru fyrst. Tvær arbeiðsbøkur eru gjørdar til Vanlig orð opnurnar, ein til Vanlig orð 1-3 og ein til Vanlig orð 4-6.

- Umframt tað, hava vit gjørt nøkur orðakort, ella eitt orðaspæl, at klistra á gólvið við teimum 116 orðunum, sum høvundurin, Marianna Skarðenni Poulsen, hevur funnið fram til, eru tey mest vanligu í Finku.

Um orsøkina til nýggju søluvøruna, sum sjónliga fer út um bókaopnuna, sigur Gunvá, at tað vóru skúlaleiðslur, sum vildu gera okkurt visuelt spennandi tilfar til gólvini í skúlunum.

- Hugsanin var at gera okkurt, sum kundi vísa farleiðina gjøgnum trappur og gongir, og samstundis vera áhugavert at hyggja at ella lesa. Tilfarið er úr okkara bókum, og vit vilja heldur enn fegin geva móðurmálstilfarinum hetta nýggja lív og flog. Úrslitið bleiv, at vit hava gjørt Vanlig orð, bókstavaraðið og tølini, sigur Gunvá, og greiðir frá, hvussu tilfarið kann brúkast.

- Hugsanin við Vanligum orðum er, at næmingarnir kunnu røra seg, meðan tey læra orð og setningar. Tey kunnu fara at leita eftir orðum og setningum á gólvinum líka so væl sum í bókini. Orð og setningar kunnu lærast ígjøgnum spæl, til dømis minnisspæl. Vit ímynda okkum, at bæði næmingar og lærarar skjótt finna uppá ymisk spøl, sum tey kunnu brúka júst á teirra skúla. Tað er ikki ókent, at bæði børn og lærarar duga væl at finna uppá. Og kunnu vit bøta um upplivingarmøguleikarnar við nýggjum lærumøguleikum, so er tað frálíkt.

Finka er gjørd til undirvísing í føroyskum í øðrum flokki, men hóast tað, kunnu øll brúka Vanlig orð. Tað ber til ígjøgnum spæl at hava ymisk torleikastig, og skuldi onkur havt hug at brúkt Vanlig orð í sambandi við at skriva fyrisøgn við eldru næmingunum, so ber tað eisini til.

- Tað kann eisini vera, at lesivegleiðarar fáa brúkt Vanlig orð í sínari frálæru. Og kanska er hetta eisini hent hjá teimum, sum skulu læra seg føroyskt, sigur Gunvá.

Onnur tíðindi

04.07.2022

Vit vaksnu hava ábyrgdina, og her eru nøkur góð…

Les meira
01.07.2022

Nýggj námsætlan er gjørd til lærugreinina…

Les meira
30.06.2022

Nýggjar námsætlanir eru gjørdar í lærugreinunum…

Les meira
29.06.2022

Í sambandi við at námsætlanarheimasíðan er flutt á…

Les meira