Skip to main content

Ráðgevin skrivar

Tænastur frá kt-ráðgevingini á Námi

07.11.2022

Kt-ráðgevingin í Námi miðar fram ímóti at vera eina sjónligur samstarvari í skúlaverkinum, og at veita nútíðarhóskandi og viðkomandi ráðgeving á einum høgum fakligum støði innan kt-nýtslu og kt-didaktik í undirvísingarhøpi.

Vitjan úr Námi í skúlarnar

Í tí sambandi er millum annað ein skeiðsfaldari útgivin við heitinum “Íblástur til skynsama og tilvitaða kt-nýtslu í undirvísingarhøpi”, har vit kt-ráðgevarar bjóða okkum til at koma á vitjan á skúlunum kring landið at halda ókeypis skeið. Skeiðini og tíðarásetingarnar í faldaranum eru vegleiðandi, og skúlarnir eru vælkomnir at umbiðja onnur skeið, og so finna vit eina loysn í felag, sum er snikkað til tykkara tørv úti á skúlanum.

Faldaran finna tit her: Skeiðfaldari frá kt-ráðgevingini

Hjálp til menningarátøk

Til ber eisini at brúka kt-ráðgevingina til ymisk menningarátøk innan kt-didaktik og kt-nýtslu úti á skúlunum. Í einum slíkum samstarvi kunnu vit í kt-toyminum hjálpa til við at gera kanningar millum starvsfólkið á staðnum um, hvat lærarar eitt nú kundu hugsað sær at vitað meira um, hvørjar avbjóðingar tey uppliva innan kt-nýtslu og kt-didaktik og hvørji hugskot tey hava innan økið. Síðani viðgera vit innkomnu svarini og viðmæla nøkur átøk út frá svarunum. Hesi átøk kunnu vera stór sum smá.

Teknisk hjálp og vegleiðing

Ein partur av okkara arbeiði er harumframt at veita tekniska og didaktiska hjálp til teir pallar, sum vit varða av. Hesir eru Office365, Ibok.fo, Kervi, WISEflow, IntoWords (jan. 2023).

Miðsavnað samskiftið

Fyri at gera tað so lætt, sum møguligt at samskifta við kt-ráðgevararnar, og fyri at fáa viðkomandi kunning út til lærararnar, er eitt toymi stovnað á Teams við heitinum Nám-kt. Hesum toyminum eru tit vælkomin at luttaka í. Harumframt ber til at venda sær beinleiðis til kt-ráðgevingina umvegis telefon á 665161 ella umvegis teldupost á kt@nam.foTit skulu vera so hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

(copy 1)

Námsfrøðiliga ráðgevingin veitir skúlum ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.

Til ber at venda sær til námsfrøðiligu ráðgevingina á tlf 555151 ella beinleiðis til einstaka námsráðgevan og gera avtalu um samrøðu ella vitjan í skúlanum ella í Námi.

Endamálið við ráðgevingini er at virka fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og at stuðla menningarætlanum, verkætlanum og serligum átøkum í skúlunum.

Námfrøðiligir ráðgevar í Námi