• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Alt kann henda eftir valið

Svenska avísin 8 Sidor sigur, at eftir ríkisdagsvalið í ár kann alt henda.

Vanligt er at viðmerkjarar siga teirra meining um valúrslit í tíðindamiðlum, hóast eingin kennir úrslitið fyrr enn liðugt er, og alt er talt upp. Í flestu londum eru eisini fyritøkur, sum gera kanningar millum tey, sum koma út eftir at tey hava valt, exit poll kanningar, og gera keyptar forsagnir undan valinum, sum vit kalla prognosir. Ymsar treytir eru í ymsum londum, hvussu prognosir og kanningar kunnu brúkast tá val er.

8 flokkar eru í ríkisdegnum

Síðan valið í Svøríki í 2014 hava átta flokkar verið í ríkisdegnum. Eingin flokkur er nóg stórur at ráða einsamallur. Soleiðis fer helst at verða eftir valið í ár, sigur 8 Sidor. Fleiri flokkar mugu skipa eina stjórn fyri at fáa valdið. Tilsamans eru 349 limir í ríkisdegnum.

Síðan 2014 og fram til valið í 2018 hava svenski javnaðarflokkurin, Socialdemokraterna, og umhvørvisflokkurin, Miljöpartiet, leitt svensku stjórnina við Vänsterpartiet sum stuðulsflokki. Hesir tríggir flokkarnir samstarva.

Alliansen eru andstøðuflokkarnir

Núverandi andstøðuflokkarnir hava síðan 2006 skipað seg í Alliansen, og vilja gera alt fyri at taka maktina frá stjórnarflokkunum. Við í Alliansuni eru Moderaterna, Liberalerna, Centerpartiet og Kristdemokraterna.

Sverigedemokraterna

Eingin politiskur flokkur hevur enn sagt seg vilja samstarva við Sverigedemokraterna. Men tey flestu meta, at júst Sverigedemokraterna fara at fáa nógvar atkvøður í 2018. Avísin 8 Sidor væntar, at hesin flokkur kann gerast hin næststórsti í Svøríki. Tí er torført at siga, hvørjir flokkara fara at ráða í Svøríki eftir valið.

Svensku Socialdemokraterna hava sagt seg vilja samstarva við flokkar, sum tey ikki hava samstarvað við fyrr. Flokkurin, sum er hin størsti, vil fegin samstarva við flokkar í Alliansuni.

Higartil hava flokkarnir, sum eru í Alliansuni, sagt seg bara samstarva sínamillum og ímóti hinum. So er spurningurin, hvat Alliansan ger, um tey ikki fáa nóg nógvar atkvøður at skipa stjórn.

Avísin 8 Sidor spyr uttan at svara: Fer nakar av politisku flokkunum at kasta saman við Sverigedemokraterna eftir valið? Fara politiskir flokkar úr báðum bólkum, núverandi samgongu, og andstøðuflokkunum í Alliansuni, at samstarva um valdið? Ella fer annar bólkurin sjálvur at stýra? Tað fáa vit at síggja eftir valið, sum er sunnudagin 9. september í 2018.

Spurningar

Hvørjir flokkar eru saman um politiska valdið í Føroyum?

Hvørjir flokkar eru í andstøðu?

Er nakar føroyskur flokkur, sum avgjørt ikki vil samstarva við ein annan flokk? Um so er, hví kann tvørrandi samstarv vera millum ein flokk og ein annan?

Svøríki, hevur eins og Danmark og Noreg, eitt kongshús. Hvussu eitur svenski kongurin?

Danska drotningin eitir Margrethe II. Hvør var hin fyrra drotning við hesum navni, Margrete I, og hvussu stórt var hennara ríki?

Hvønn týdning hava kongar og drotningar í hesum trimum londum í dag?

Myndatekstur
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018