• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Eldur í bilum

Upp undir ríkisdagsvalið í Svøríki hava svenskir og altjóða miðlar borið tíðindi um at svartklæddir persónar hava sett eld á bilar. Serliga hava bilbrennararnir gjørt um seg í Göteborg. Eingin veit enn hvørjir hesir persónar eru og hví teir seta eld á bilar.

Her eru tíðindi um málið sambært SVT 

Lesið tíðindastubban frá SVT um svensku bilbrenningina og svarið hesum spurningum:

Hvør er miðilin SVT? Kann hann berast saman við ein føroyskan miðil? Um so er, hvønn, hví og hvussu?

Hvørjar eru keldurnar hjá miðlinum SVT í hesum máli?

Nakrir persónar, ið sóu tilburin, verða nevndir við navni, tí tey verða brúkt sum vitni. Hvat siga nøvnini okkum?

Eitt av vitnunum verður kallaðu M-politikari. Hvat er ein M-politikari í Svøríki?

Lesið tíðindastubban frá donsku Den Korte Avis um svensku bilbrenningina:

Hvør er journalisturin, sum skrivar?

Hvør er grundgevingin hjá miðlinum fyri at ófriðurin fer fram í Göteborg?

Hvør er keldan, sum hevur tikið hendingarnar upp á film, í endanum á greinini?

Hvørja avleiðing kann tað fáa fyri tíðindaflutning, at keldur verða brúktar á henda hátt?

Kjakist í flokkinum um tað kann hugsast, at journalistikkur kann brúkast í politiskum høpi, tað er, at journalistar og miðlar ganga ørindi fyri politikarar at skapa øsing um serstøk mál, tá val er í hondum.

Myndatekstur
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018