• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Sannleikar og lygnir um Svøríki

Bretski BBC journalisturin, Gabriel Gatehouse, førir okkum í 18 minuttir inn í eitt Nútíðarsvøríki, har einki er eintýðugt. Brotið er úr tíðindasendingini Newsnight.

Við sjónvarpsmanni koyrir hann yvir um Oyrasundsbrúnna úr Danmark og til Svøríki. Hann setur sær fyri at lýsa eina øvuta mynd av Svøríki, sum altíð verður lýst positivt. Lukkast tað?

Gabriel Gatehouse brúkar orðið narrativ at finna fram til søguna um eitt heilt land, hina góðu søguna mótvegis hinari ringu søguni um sama landið - Svøríki.

 

 

Uppgáva

Hyggið at ensku sjónvarpssendingini um Svøríki sambært Gabriel Gatehouse.

Hví velur hann at koyra um Oyrasundsbrúnna? Hevur brúgvin nakran serligan týdning í sjónvarpi?

Skrivið upp, hvørjum fólkum hann møtir, og hvussu tey lýsa landið tey búgva í – Svøríki.

Tá liðugt er, takið tá støðu til, hvørja niðurstøðu Gabriel Gatehouse kemur til. Er Svøríki heimsins besta land?

Í einum kendum svenskum sangi verður sagt: "Man övar sig, och långsamt blir man bättre på att se skillnad mellan sanningar och lögner." Hvør er svenski sangurin og hvør hevur upprunaliga yrkt hann?

 

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018