• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Tilfar

Tað tilfar, sum við hepni kann brúkast sum grundarlag hjá læraranum í hesum føri, er nýggja bókin Samfelagið - og vit (Nám 2018) og fyrra bókin Samfelagið - og eg (Nám 2017). Hesar báðar bøkurnar eru ætlaðar at brúka í samfelagsfrøði í hádeild í fólkaskúlanum.

Stór hugtøk sum fólkaræði verða lýst í bókunum. Í nýggjaru bókini verður spurt: “Veitst tú hvussu Føroyar verða stýrdar politiskt?” Í fyrru bókini, sum kom í fjør, verður fólkaræði, sum kann vera beinleiðis ella umboðandi, lýst. Eisini fáa vit í fyrru bókini at vita, hvussu fólkaræði virkar í skúlanum og hvørjar uppgávur fjølmiðlarnir hava í einum frælsum samfelag.

Millum teir mongu svensku netmiðlar, sum eru ókeypis og eisini kunnu brúkast í sambandi við tema um ríkisdagsvalið í 2018, eru hesir:

Svensk avís um valið 

Svensk bók um valið

Læraratilfar frá Svenska Ríkisdegnum um vali í 2018

Tilfar um virkandi fólkaræði frá Skolval2018

Myndugleikin MUCF skrivar um ungdómsviðurskifti upp undir valið

Avísin 8 Sidor

Svenski valmyndugleikin kunnar

Ríkisdagurin kunnar um valið á løttum máli

Uppgávur til hádeild í fólkaskúlanum og eldri flokkum, at arbeiða við svenska ríkisadagsvalinum í 2018

????

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018