• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Vitan er makt!

Svenski Ríkisdagurin heitir á skúlar og lærarar har í landinum at brúka tað tilfar, sum er tókt á teirra heimasíðu. Tað gera tey við at siga, at vitan er makt.

Heimasíðan hjá Svenska Ríkisdegnum

Grundið yvir virðið í hesi útsøgn hjá Svenska Ríkisdegnum: Vitan er makt.

Kjakevni í flokkinum

Er vitan eksakt?

Kann øll vitan savnast í einum høvdi?

Kann ávís vitan broyta eitt val?

Kann óvitan brúkast at broyta sama val á ein annan hátt, til dømis at øsa ella ræða veljarar við?

Spyrji ein persón í tykkara nærumhvørvi, sum hevur verið á løgtingsvali ella kommunvali. Spyrji viðkomandi um hann ella hon varð sannførd um at velja eitt ávíst valevni. Spyrji eisini hví og hvussu viðkomandi gjørdist sannførdur um at velja eitt ávíst valevni.

MYndatekstur
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2018