Christian Bærentsen — tók løgfrøðisprógv og gjørdist seinni amtmaður í Føroyum (1897 — 1911.) Hann er einasti føroyingur, ið hevur røkt hetta starv.
Christian Bærentsen var ein av oddamonnunum í føroyska studentalívinum í Keypmannahavn í 1880-árunum og var við til at stovna Føroyingafelag
í 1881.