Hanus T. Bærentsen (1953-)
Hanus T. Bærentsen. Hann er føddur á Eiði í 1953, men vaks upp og gekk í barnaskúla á Sundi, til hann fór í realskúla í Hoydølum, har hann tók prógv í 1972. Hann arbeiddi á verkstaði í eitt ár, fór so á læraraskúla í Havn og tók prógv har í 1978. Síðani hevur hann verið lærari við Klaksvíkar skúla.
Í 1975 gav forlagið Læraranæmingar út yrkingasavn hansara »Skýming«, seinni komu barnasangbøkurnar »Stjørnan«, 1976, »Blóman«, 1977, og barnabókin »Tá ið eg var lítil«, 1978. Umframt hevur hann lagt til rættis bóklingin »Jól«, 1981, og saman við einum 3. realflokki í Klaksvík »Várbros«, 1981.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).