Jakup Berg (1905-1997)
Jákup Berg er føddur í Hovi í 1905. Hann arbeiddi fyrstu unglingaárini í handlinum hjá pápa sínum, til hann í 1923 fór á læraraskúla, haðan hann tók prógv í 1926. Fyrstu árini aftan á próvtøkuna var hann lærari í ymsum bygdum í Suðuroy, til hann í 1930 varð settur í fast starv í Øravík og Líðini. Frá 1951 til hann í 1973 legði frá sær við eftirløn, var hann lærari suðuri í Vági.
Jákup hevur bæði givið út yrkingasøvn og *søguligan sjónleik, hann hevur skrivað Hovs søgu, og føroyskum *barnabókmentum hevur hann verið avbera hollur: Frá 1942 til dagin í dag - eitt 40-ára skeið - hevur hann stjórnað og givið út »Barnatíðindi«, sum trúliga eru komin eina ferð um mánaðin.
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs varð í 1989 latin Jákupi Berg. Jákup Berg fekk heiðursløn fyri at hava givið út Barnatíðindi so at siga uttan slit í næstan fimti ár.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.