Óli Dahl (1915-1992)
Óli Dahl. Hann er føddur í Funningi í 1915. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var burtur í 6 ár, hann fór so á Føroya Læraraskúla og tók prógv í 1938. Fyrstu árini var hann vikarur í ymiskum bygdum, lærari í Elduvík og Funningsfirði 1945-46, á Viðareiði 1946-53 og í Klaksvík frá 1953, til hann í 1982 legði starvið frá sær vegna aldur og við eftirløn. Óli hevur dúgliga tikið lut í mentanarligum starvi, hann var drúgt skifti formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag og plagdi at skipa fyri bókadagshaldi felagsins, og hann var ein av stovnarunum av Klaksvíkar Dansifelag í 1954.
Skrivliga virksemi hansara fevnir víða, hann var í átta ár blaðstjóri á Klaksvíkarblaðnum Norðlýsinum, hann hevur alt frá fyrsta útgávuárinum, 1959, verið ein teirra, ið stjórnaði jólablaðnum »Hugnalig jól«, hann er yrkjari og barnabókahøvundur.
Yrkingasøvn hansara eru tvey í tali: »Landnám«, 1960, og »FjallaBrúður«, 1975. Innihaldið fevnir um árstíðarýsingar, minningarkvæði, sálmakendar sangir og týðingar úr grannamálum. Hann hevur eisini skrivað stuttsøgur, ið savnaðar vórðu í savninum »Hví« 1966.
Evni, ið viðgjørd verða, ikki minst í stuttsøgunum, benda á, at høvundurin eigur djúpar røtur í gamla bygdasamfelag-num, og tað er á hesum grundvølli, hann skapar høvuðsverk sítt, barnabókarøðina við siðsøguligum innihaldi: »Við abba á flotk 1976, »Við ommu til neytar«, 1977, »Við gubba at kasta nót«, 1977, »Við mammu í torvi«, 1978, »Við Núpi á Munkagrunninum«, 1978, og »Til bjarga«, 1980.
Í 1979 fekk hann fyri fyrstu fimm bøkurnar í hesi røð barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs við hesi grundgeving:
»Barnalestrarøðin hjá Óla Dahl lýsir eina farna tíð. Gjøgnum børnini í bókunum lýsir høvundurin ta dagligu arbeiðsgongdina í ymiskum tættum úr gamla vinnulívi okkara, og eisini greiðir hann børnunum frá orðum og hugtøkum úr gamla gerandisdegnum. Bøkurnar hava siðsøguligan týdning, og umframt at greiða børnunum frá einum tíðarskeiði í føroyskum mentunarlívi, lýsa tær vakurt, hvussu arbeiðs býtið var í Føroyum tá«.
Hann doyði í 1992.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
Útgávur
1960: Landnám (yrkingar)
62-74: Blaðstjóri á Norðlýsinum, fleiri tíðarskeið
1966: Hví ? (smásøgur)
1970: Jólamaðurin sigur børnunum frá (smásøgur)
74-75: Vit fara upp á gólv, bd. 1-4 (savn)
1975: Fjallabrúður (yrkingar)
1976: Við abba á floti (barnabók)
1977: Við gubba at kasta nót (barnabók)
1977: Við ommu til neytar
1978: Við mammu í torvi (barnabók)
1978: Við "Núpi" á Munkagrunninum (barnabók)
1980: Til bjarga (barnabók)
1983: Til látra (barnabók)