Skip to main content

Jóannes Dalsgaard (1895-1980)

Hann var føddur í Skálavík 16/6-1895. Vetrarnar  1911-12 og  1916-17 var hann næmingur á Føroya Fólkaháskúla. Eitt skifti var hann jarðarbrúksnæmingur í Kirkjubø, og í 1919 leitaði hann til Danmarkar, har hann fyrst gekk á Lyngby Landboskole og síðani var næmingur á tveimum royndarstøðum.

Hann kom so aftur til heimbygd sína og varð formaður fyri vegarbeiði, sum tá í nøkur ár var í gongd í bygdini.

Seinni fór Jóannes til Noregs at arbeiða á einum garði á Vesturlandinum, og í 1921 kom hann heim aftur í starv á Royndarstøðini í Hoyvík, og her arbeiddi hann, til hann vegna aldur legði frá sær. Tíðarskeiðið 1961-65 var hann formaður í Føroya Jarðarráð, og hann hevði onnur álitisstørv innan føroyskan landbúnað.

Ansurin fyri søgu okkara var í hásæti í barnaheimi hansara á Mølini í Skálavík, og væl goymdi hann tað í minninum, ið sagt var frá. Í 1978 gav »Varðin« út bók hansara »Søgur og søgubrot«.

Jóannes andaðist 1/5-1980.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.