Dánial Pauli Danielsen (1913-)
Hann er føddur í Miðvági 3/3-1913. Aftan á skúlagongd í heimbygdini fór hann niður til Birkerød, har hann tók studentsprógv í 1933. Hann fór so til Keypmannahavnar og tók upp lestur við lærda háskúlan har, tók løgfrøðisprógv í 1945.
Aftan á kríggið arbeiddi hann í nøkur ár í Danmark, flutti so heim til Føroya, har hann síðan hevur røkt sakførarastarv.
Hann var í 1948 við til at stovnseta Tjóðveldisflokkin, var blaðstjóri á »14. September« juni 1947 til apríl 1949 og valdur á ting umboðandi Vága valdømi 1950-58.
Umframt síni blaðstjórastørv - á »Búgvanum« 1946, á 14. sept. 1947-49, á »Roðanum« 3. apríl 1971- - hevur D. P. skrivað rit um løgfrøðisspurningar og harumframt eina sera hugvekjandi og áhugaverda ferðafrágreiðing úr Íslandi: »Í Íslandi summarið 1977«, 1978.
Í 1989 kom *yrkisbókmentaverkið: "Búskapur, søguliga lýstur", og í 1990 kom skaldsøga um fyrstu niðursetufólkini á Hvítanesi, "Hvørt við sínar náðir", sum hann fekk *Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.