Skip to main content

Lydia Didriksen (1957-)

Lydia Didriksen var fødd í Tórshavn í 1957, og har vaks hon upp. Hon er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari í Tórshavn. Í løtuni lesur hon á Føroyamálsdeildini (2012).

Hon hevur skrivað skaldsøgur fyri børn og ung, stuttsøgur og lagt fleiri útgávur til rættis fyri Føroya Skúlabókagrunn (nú Nám). Høvuðstemu í skaldsapi Lydiu eru millum annað búningin frá gentu til kvinnu og viðurskiftini millum mann og kvinnu.

Eisini hevur hon týtt barna- og ungdómsbøkur úr týskum til føroyskt. Fleiri av stuttsøgunum úr Gráglómum eru týddar til onnur mál. Lydia fekk Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs í 1998.