Skip to main content

Hans Andrias Djurhuus (1883-1951)

Hans Andrias Djurhuus var føddur í Áarstovu í Havn í 1883. Hann var bróðir J.H.O. Djurhuus. Hans Andrias var lærari í fólkaskúlanum, realskúlanum og í læraraskúlanum.

Sum skald var Hans Andrias ógviliga virkin og fjølbroyttur og royndi seg á flestøllum skaldskaparøkjum, t.d. sum yrkjara, sálmaskald, stuttsøgu-og ævintýrahøvund, skaldsøgu-og sjónleikahøvund. Hann verður mangan, og av røttum, nevndur Føroya kærasta fólkaskald. Sera væl umtóktar eru ikki minst hansara mongu barnarímur.  Tað mesta av tí, hann skrivaði, er komið út í verkinum „Ritsavn I-VII.“

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann varð føddur í Áarstovu í Havn í 1883 og var yngri bróður Janusar.

Aftan á barnaskúlaár í Havnar skúla fór hann eitt skifti til skips, men hann treivst einki serliga væl, og í 1901 leitaði hann á háskúla í Føgrulíð. Her fekk hann á fyrsta sinni undirvísing í føroyskum, skifti orð við søgu- og bókmentakønar menn, sum háskúlamenninir vóru, og fekk náðir at lesa. Serliga væl dámdi honum stóru norsku høvundarnar, tí hjá teimum sá hann skyldskap.

Veturin á háskúlanum bendi huginum yvir móti skúlastarvi, og í 1902 fór hann á læraraskúla í Havn, haðan hann tók prógv í 1905. Lærarastarv sítt byrjaði hann sum vikarur í Klaksvík, men hugurin stóð til víðari útbúgving, og tí leitaði hann niður á danska læraraháskúlan í Keypmannahavnveturin 1906/07.

Heimafturkomin hevði hann privatskúla í Stinuborg í Havn 1907 — 09. Hetta eru árini, Havnar Ungmannafelag virkar millum ungfólk í høvuðsstaðnum, og hóast Hans Andrias hevði gjørt vart við seg undan 1906, so eru hetta árini, hann av álvara stígur fram á føroyska skaldapallin.

Í 1909 søkti og fekk hann starvið sum lærari í Sandavági, og her sat hann í sjey ár.

Tað er einki at ivast í, at hetta hvat skapandi arbeiði viðvíkur, eru bestu ár Hans Andriasar. Her verða Hans A. Djurhuus yrkingar til í hópatali, og her skapar hann í sambandi við frálæru sína tær høgt elskaðu barnarímurnar.

 Í 1916 flutti hann suður á Tvøroyri at vera fyrstilærari har, men í 1919 kemur hann aftur í starv í heimbýnum sum lærari við Realskúlan og Føroya Læraraskúla; — hetta starv røkti hann til deyðadags.

Umframt at vera virkin rithøvundur allar sínar dagar, var hann við at fjálga um mentanarligt fyritaksemi á so mongum økjum sum nevndar- limur — ofta nevndarformaður — í ymsum feløgum, vit kunnu burtur úr rúgvuni nevna Havnar Sjónleikarfelag, Føroya Ferðamannafelag og Føroya Forngripafelag. Hann doyði í 1951.

Bókmentaverk:
Hans Andrias er stórvirknasta skald føroyinga; hann hevur snøgt sagt roynt seg á øllum økjum, sum yrkjari, sálmaskald, stuttsøgu- og ævintýrahøvundur, sum skaldsøgu-og sjónleikahøvundur.

 Sum yrkjari spennir hann so víða. Hvørt mansbam í Føroyum kennir frálíku barnarímur hansara, eitt nú »Kongaríkið í Bábylon«, »Hann rann sær kátur upp um heyg«, »Abbi tín er ríkur« — rímur, ið barnið ongantíð gloymir, hevur tað hoyrt tær einaferð. Barnarímurnar komu út í bóklingi í 1914.

So hevur hann yrkt minnisyrkingar, tjóðskaparsangir, eitt heilt savn av søguligum yrkingum, sum komu út í serstakari útgávu »Søgumál« 1922, og ein hóp av sjómansrímum, ið vórðu givnar út í bók 1925.

Felags fyri yrkingar hansara og sálmarnar við er eitt kátt lag, lívsgleði og áræði og so framúrskarandi rímhegnið og orðaspælið. Har heftir ikki fyri Hans Andriasi — at kalla alt, hann nertur við, verður til skaldskap.

Eina mest hugtakandi eru yrkingarnar, har hann við kærleika lýsir heimbýin Havnina, barndómsumhvørvið, sum var Havnará, ósin og Gongin:

 »Gekk eg mær á sandi mánalýsis-
nátt, áin rann í giddan út í vágin,
hoyrdi ei í fjøru minsta aldudrátt, einki
var í røring uttan áin.

Busatangi svartur út í sjógvin
skar. Tinganes í mánagulli gyrt var.
Skansatangi kámur — í víkini har alt so
hulisligt og alt so myrkt var.

Bátur fyri íla, helt seg vera far, ið fór
havsins loyniligu gøtu. Ævintýrið dró
meg so burtur við
sær hesa stillu mánalýsis
løtu.

Kendi meg tá fastan og gingnan í
lag, eins og gamal, mosagingin
runnur. Áin rann, og mánin fór 
líðandi
avstað, lýsti millum durvandi
dunnur.«

Í stuttsøguskrivingini kemur eisini fram frálíka hegni Hans Andriasar at siga frá fyri børnum. Rætt er tað, at hann hevur skrivað søgur í vaksnamannastíli — kvinnulýsingin »Duruta« man vera best eydnaða royndin — men nógv tað mesta, hann avrikaði á hesum øki, er at kalla beinleiðis í ævintýrsniði. Lesarin verður av frálíka hugflogi høvundans stundum førdur niður á havsins botn, har skrubba og øða, longukálvur og steinbítur illneitast, stundum í ánna, har sílið ferðast, og stundum í fuglaheim, har hin vísi ravnurin gorrar og lundin strevar mat til pisu sína.

Longu blaðungur skrivaði hann fyrsta sjónleik sín. Leikurin kom í 1908, æt »Marita« og bygdi á kvæðið um Flóvin Bænadiktsson. Væl er leikurin merktur av at vera romantiskt ungdómsverk, men yrkjarahegnið dylur seg ikki: Samrøðurnar bera upp á rím allar tríggjar partarnar at enda, og í leikinum finna vit frálíkar sangir, eitt nú hin káta »Eg saðlaði mær ein hvítan hest móti vári«.

Í hesum fyrsta sjónleiki sínum leitar Hans Andrias aftur í eina farna tíð, og tað heldur hann á við at gera seinni, tá beinleiðis luttøka hansara í Havnar Sjónleikarfelag fær hann at skriva fleiri leikir.

Fleiri teirra byggja á føroyskt sagnatilfar, eitt nú leikurin um »Anniku í Dímun« (úr 16. øld), um »Løgmansdóttrina á Steig« (úr byrjanini av 18. øld), »Traðabøndur« (úr 17. øld), og aðrir taka upp til viðgerðar søguligar persónar, eitt nú hin hugnaliga dreymamyndin úr gomlu Havnini »Eitt leygarkvøld í Bringsnagøtu«, har Jens Chr. Svabo í Havnartíð síni (1800-1824) hugnar sær í vertskapi og leikar á fiól.

Tað er eingin nýskapan í sjónleikaskaldskapi Hans Andriasar; Høvuðsdrátturin er háromantikkur, og leikirnir lýsa sum sagt eina farna tíð.

Kortini vórðu teir fólkaogn alt fyri eitt og mundu — serliga málsliga — hava stóran týdning.

Í 1922 kemur út lítil skaldsøguroynd »Eitt ár til skips«. Hetta eru endurminningar frá ungdómsárunum á skipsdekki.

Størra skaldsøguroynd Hans Andriasar er »Beinta«, ið kom í 1927 og sostatt er onnur skaldsøguroyndin á føroyskum. 

Søgan byggir á søgnina um sorinskrivaradóttrina, hina   vøkru, men hjartaleysu Beintu, sum giftist við trimum prestum, Harra Jónasi á Viðareiði, Harra Nielsi í Vágum og at enda við vágapresti, Peder Arrheboe.

Siðsøguliga hevur bókin uttan iva sítt virði, tí her verður roynt at greiða frá eini farnari tíð, men persónlýsingarnar eru yvirhøvur ov grunnar, til at vit kunnu meta skaldsøguroyndina væl eydnaða. Tað er uttan iva í yrkingum sínum, at Hans Andrias í Áarstovu átti ta styrki, sum gjørdi hann til Føroya kærasta fólkaskald.

Tað nógva av tí hann skrivaði er givið út í verkinum Ritsavn I —VII.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Havnar Ungmannafelag

do volunteer work essay american history term paper topics algebra help online write an essay for a scholarshipÍ november mánaði í 1906 komu fólk saman í »Sloans sali« við Tinghúsvegin í Tórshavn at stovna ungmannafelag.

Maðurin, ið hugskotið átti, var Nyholm Debess, ið eitt skifti hevði verið í Noregi, var heimafturkomin í 1904 og bar minnini um ungmannafelagsrørsluna har eysturi við sær aftur til Føroya. Aðrir innbjóðarar vóru Petur Alberg, seinni kendur sum tónaskald, og Mads Andrias Winther, ið brátt gjørdist høvuðsmaður felagsins.

Hvørt mikukvøld kl. 9 helt felagið fund. Fyrst varð sungið, og síðan varð lisið úr handskrivaða felagsblaðnum, sum limirnir skiftust um at stjórna. Aftaná var oftast kjak.

Av og á vórðu fyrilestrar hildnir á limafundum.

Beint fyri jól 1907 kom Hans A. Djurhuus heim úr Danmark og gjørdist brátt ein av høvuðsstuðlum Havnar Ungmannafelags.

Baldursbrá

Felagsblaðið nevndist »Baldursbrá«. Fyrsta nummar av blaðnum varð lisið upp 5. desember 1906, hitt seinasta 27. mars 1912.

Tilsamans vórðu skrivað 104 bløð, sum fyltu upp í 6 fundarbøkur, úti við 2000 blaðsíður í A4 stødd. Fyrsta bókin (16 tey fyrstu bløðini) er tíverri ikki til; hinar fimm verða varðveittar á Landsbókasavninum í Havn.