Skip to main content

Tummas Napoleon Djurhuus (1928-1971)

Tummas Napoleon Djurhuus var føddur í Kollafirði í 1928, og hann vaks upp í Kollafirði og í Havn. Hann starvaðist sum lærari, til hann brádliga doyði í bestu árum.

Tummas Napoleon, sum í táttayrking nevndi seg Tonglatummas, skrivaði yrkingar, tættir, gjørdi søguligar ljóðmyndir og var ofta at hoyra í skemtisendingum í útvarpinum. Hansara yrkingar eru ofta inniligar lýsingar av bráðkomnum og viðkvomum kenslum.

Úr Bókmentasøguni hjá Árna Dahl

Hann var føddur í Kollafirði í 1928. Blaðungur fór hann til Havnar, tók realprógv og seinni, í 1946, studentsprógv. Eitt skifti arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði, tók filosophikum við lærda háskúlan í Keypmannahavn, men fór so í 1949 á Føroya læraraskúla, haðan hann tók prógv í 1952. Eitt skifti var hann vikarur í Fuglafirði, men í 1953 varð hann settur í starv við millum- og realskúlan, seinni nevndur Tórshavnar Kommunuskúli. Skúlaárið 1962-63 var hann á ársskeiði á Danmarks Lærerhøjskole í Keypmannahavn og var hetta árið við at skipa fyri útgávu av nýggjum blaði, Framin, ið ungmannafelagið Oyggjaframi gav út. Tummas var í blaðstjórnini fyrsta árgangin 1962-63.

Tey seinnu árini gjørdi hann fleiri søguligar ljóðmyndir til Útvarp Føroya, og hann tók ofta lut í skemtisendingum útvarpsins.
Tummas Napoleon doyði í 1971.

Bókmentaverk:
Tá fyrsta savn Tummasar, »Ung løg«, kom út í 1951, vóru flest allir skaldametarar á einum máli um, at her steig fram gávuríkur yrkjari, sum tó ikki hevði megnað at loysa seg frá fyrimyndunum, skyldmonnum sínum Janusi og Hans Andriasi.

*Rím og ljóðlag leiktu so stóran leiklut í skaldskapi hansara, at sniðið at kalla forðaði honum at ganga nýggjar leiðir -hendan metingin man standa við, eisini aftaná, at seinnu savn hansara komu: »Greinar«, 1955, og »Og dansurin gongur«, 1958.

Á fimti ára degnum, 11. mai 1978, kom skaldinum til áminningar heildarsavnið »Yrkingar«, sum vinmaðurin Ólavur Michelsen hevði lagt til rættis. Savnið er skipað í 11 deildir eftir høvuðsevnum - evnini eru eitt nú: heimið, náttúran, kærleiki, barnið, søgumál o.fl.

Tummas var mangan heppin í *myndamáli sínum, og sum dømi um hetta nevna vit yrkingina »Morgun á Grækarismessu«, ið stóð í »Greinum«:
 
»Sum lindir av flótandi málmi,
sum gløður, ið kykna á essu,
sum myndir í dómadagssálmi,
sum møl við blóðreyðum brimi
myndast á eysturhimi
morgun á Grækarismessu«.

Hann dugdi eisini væl at mynda viðkvæma lyndi unglingans, tær skiftandi sálarstøðurnar, vónina, ampan og sársakan:

»Hon treður dans mær í hjarta
- dansur gongur til tólv -
darrandi hjartastreingir
er hennara dansigólv.
 
Hon dansar við vini sínum
um skelvandi streingjakarm,
um hansara stolta nakka
hon leggur sín ljósa arm«.
                            (brot)

Ein hin kendasta yrking Tummasar er hon, ið gav seinasta savninum navn, »Og dansurin gongur«. Hon er yrkt í sambandi við sorgarhendingina, ið skakaði landið alt, tá havnartrolarin »Stella Argus« gekk burtur norðan fyri Føroyar á heysti 1957.

Yrkjarin nýtir her myndina úr Kópakonusøgnini:

»Stormdunið inn yvir bygdirnar stendur
- burtur er sóltíð og gaman -
í briminum uttast við úthavsins strendur
taka sjólætnir hendurnar saman.
 
Stíga ein dans við so havtungum stevi,
aldar í ringinum víða
av teimum, ið reistir av vátari legu
ein dans í brotunum stíga«.
                                                                               (brot)
Longu blaðungur gjørdist Tummas landskendur av táttayrking síni, tættirnir um Kollfjarðarveðrin, um Melis og studentin æviga, son Trolpóls, flugu landið kring og gjørdust landaplágur. Í 1961 gav hann út fyrra savnið »Tættir og vísur« og í 1970 kom seinna savnið :»Háfjalssólin og hostasevjan«. Eitt dømi um yrkinga-kynstur hansara er »Kærleiki lukkuligur!«

»Eg prísi tær ljómandi hátt;
tí tað skulu menniskju vita,
so mangan á kaldari nátt,
tú veitti mær fløvandi hita.

So mangan á kaldari nátt,
tú milda, tú eyma, tú mjúka,
vit bæði, vit høvdu tað gott!
- eg mundi tær mjúkliga strúka.

Eg elski teg - ja, absalutt,
tú fitta, tú flógva, tú fína,

- sjálvt um tú ert nakað stutt -
tú mín vælsignaða dýna«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Eitt trímannalið

editing and writing services build professional resume writing an essay for college application uc rankings of best online paper writers»Hesin upphavsdalur, hesi øgilsfjøll og Óla Jákup dygst við heimsins enda kunnu ikki skýla sær  fyri   snilda  ágangi  sjeymílamansins,   eingi fjøll, eingin klettur ber uppfyri----. Soleiðis melur tíðarkvørnin, Óla Jákup, hvussu tú roynir át mæla ímóti. Abbabørn tíni tráa eftir sjeymílamannium, sum børn allar tíðir hava tráað. Rópandi fara tey út á geilar fyri at fagna jetflogfarinum, ið fer brakandi  við túsund kilometra ferð ella meira høgt uppi yvir fjallinum Sálarlarbót«.                                                     (J. P. Heinesen: »Tú upphavsins heimur«).

Tíðir skifta, einki stendur í stað. Tað er bæði bragdleiki og kæti yvir teimum trimum  unglingunum, T. N.   Djurhuus, Ólavi Michelsen og Jens. P. Heinesen, ið mentanarliga umboða yngra ættarliðið í fimtiárunum.