Skip to main content

Hans Jákup Ellingsgaard (1905-1996)

Hann er føddur á Eiði 22/10-1905. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var sjómaður, til hann í 1941 gjørdist sjómannatrúboðari fyrst í Aberdeen, síðan í Íslandi, bæði í Vestmannaoyggjum og á Patreksfirði, og at enda í Ravnsoynni í Grønlandi.

Tíðarskeiðið 1962-70 sat hann á Føroya Løgtingi umboðandi Tjóðveldisflokkin í Eysturoy.

Í 1965 gav hann út endurminningar-bókina »Tjúgu ár til skips«, í 1968 læt hann úr hondum kristiligu skaldsøguna »Nógv ímillum« og í 1975 endurminningarbókina »Birita«, sum mest sum er eitt framhald av fyrru endurminningarbókini.

Í 1978 kom frá hansara hond ferðafráøgnin »Etiopiuferðin«.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83. (GG. Seinast dagført í 1983).