Skip to main content

Kristin í Geil (1877-1935)

Chr Holm  Isaksen  varð   føddur  í Havn í   1877.   Vanliga  varð  hann millum manna kallaður Kristin í Geil eftir heimahúsum sínum.

Hann var 12 ára gamal, tá Føringafelag varð stovnsett og 13 ára   gamal,   tá   fyrsta   nummar   av Føringatíðindum kom út. Við øllum ungdómsins eldhuga tók hann av fullum huga undir við tjóðskaparrørsluni, og aftan á eitt skifti at hava verið í Danmark, har Georg Brandes júst hevði heygsett *romantikkin og knæsett *naturalismuna, kom hann heim aftur hugtikin av aðrari stevnu, hini sosialistisku.

Fyri honum var tjóðskaparrørsla ikki nóg mikið, hon átti at vera sosialistisk.

Um aldaskiftið fór at ganga aftur á hondina við teimum báðum bløðunum,  ið bóru fram boðskap sín á føroyskum. Undirtøkan var ikki so stór, tí partvíst var Føringafelag at kalla farið í tvíningar, partvíst tyktist tað torført at fáa fólk at taka undir við blaði, ið bert borðreiddi við føroyskum tilfari.

Fyrsta blaðroyndin í nýggju øldini er »Tingakrossur«, sum kom út á fyrsta sinni í 1901. Í byrjan var tað nógva av innihaldinum skrivað á donskum, men sum frá leið og »Krossur« gjørdist málgagn Sjálvstýrisfloksins frá 1906, fekk føroyska málið yvirvág í blaðnum.

Hin tá 23 ára gamli Kristin í Geil var frá byrjan kosin til blaðstjóra á Tingakrossi«, og hetta starv røkti hann, tá sæð verður burtur frá einum ári, uttan slit, til hann í byrjan av tríatiárunum legði frá sær vegna sjúku.

Øll samtíðarfólk bera samsint Kristini í Geil tað eftirmælið, at dugnaligari blaðmann hava oyggjarnar ikki átt og tjóðskaparsinnað fólk og tey minni mentu í samfelagnum ikki betri stavnamann enn hann.

Kristin í Geil var fyrst og fremst blaðmaður, men hann royndi seg eisini sum bókmentamaður. Hann yrkti sjálvur og týddi yrkingar, m.a. fyrsta sosialistsongin »Brátt lýsir í eystri«, men størsta týdningin man hann hava havt innan føroyskt sjónleikarlív, har hann var oddamaður bæði sum fyrireikari og leikari alt frá miðskeiðis í 1890-árunum, til hann vegna heilsubrek gav frá sær.

Hann týddi fleiri leikir til føroyskt og skrivaði sjálvur hin vælumtókta sjónleikin »Ófriðarligar tíðir« (1908), sum snýr seg um vitjan enska Brillumansins í Havn í 1808 og óræddu framferð Nólsoyar-Páls í hesum døgum.

Kristin í Geil doyði í 1935.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Bókmentafelagið "Varðin"

personal statement edit algebra online college application essay writer for pay why people commit plagiarismSíðsta nummar av handskrivaða felagsblaði »Havnar ungmannafelags« er dagfest 27. mars 1912, men longu tríggjar vikur aftaná, 18. apríl verður nýtt ungmannafelag stovnsett í høvuðsstaðnum. Tað fær navnið »Varðin« — sama navn fær handskrivaða blað nýggja felagsins.

Endamál felagsins var orðað í fýra greinum:

  1. at fáa Føroya mál til æru, so tað má koma at njóta fullan rætt á tingi, í rætti, í skúla og kirkju og yvirhøvur í øllum almennum viðurskiftum,
  2. at fremja upplýsing á føroyskum botni,
  3. at styðja føroyska mentan,
  4. í samvirkan við øðrum tílíkum
    feløgum í Føroyum at starva fyri
    at vekja hug hjá Føroya ungdómi
    til samhalds og samarbeiði fyri
    fosturland og fólk.


Tað vóru teir báðir Jákup Dahl og Kristin í Geil, ið buðu inn til stovningarfundin.

Í fyrstu felagsnevndini sótu Jákup Dahl, Símun av Skarði og Poul Isaksen, fyrstnevndi sum formaður.

Annars bíta vit merki í, at allir høvuðsstuðlar Havnar ungmannafelags, M. A. Winther, Nyholm Debess og Petur Alberg,  taka lut í fundarhaldi nýggja felagsins og lata tilfar til blaðið.

Av nýggjum nøvnum, sum í samband við hetta felag stíga fram, kunnu vit nevna Rikard Long, M. A. Jacobsen og Louis Zachariassen.

Fyrstu trý árini verður blað felagsins skrivað í einum eintaki við hond. Í 1915 fara tey undir at prenta »Smáskriftir« uppá 32 síður hvørt. Frá 1915 til 1919 verða givin út tilsamans 18 hefti, ið tilsamans fylla um 400 síður.

Frá 1921 gevur felagið út bókmentatíðarritið »Varðan«, sum kemur út enn í dag. Tilsamans eru komin 47 bind (1921 — 1980) upp á tilsamans o.u. 9000 blaðsíður.