Firouz Gaini (1972-)
Firouz Gaïni var føddur í 1972 og er uppvoksin í Noregi. Hann er útbúgvin sosialantropologur. Hann starvast á Fróðskaparsetri Føroya sum granskari á Søgu- og Samfelagsdeildini, har hann í 2007 vardi sína doktararitgerða um ungdómsmentanir í Føroyum.
Firouz hevur skrivað søgur – bæði fyri børn og vaksin – og luttekur ofta sum greinaskrivari í almenna kjakinum.